Høgni aftur til ÍF

ÍF, sum nú ger enn eina roynd í Formula-deildini, hevur fingið Høgna Madsen aftur í spælarahópin. Høgni hevur í trý ár spælt við KÍ, men í fjør kom hann veruliga í brennidepilin, tá hann endaði í sentrum í venjaraskiftinum, har Tony Paris fekk sekkin. Við Dimmalætting sigur Høgni tó, at hendan hendingin einki hevur við skiftið at gera.