Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri hevði í gjár fund við Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, íslendskan uttanríkisráðharra í sambandi við almennu vitjan sína í Íslandi
Íslendingar gjørdu nógv burturúr vitjanini, og Høgni nýtti høvi at bjóða íslendska uttanríkisráðharranum á almenna vitjan í Føroyum.
Á fundinum viðgjørdu ráðharrarnir fleiri áleikandi mál í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland og nýggjar samstarvsmøguleikar millum londini.
Eitt nú vórðu viðurskifti viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum viðgjørd. Í tí sambandinum viðgjørdu ráðharrarnir málini um at landa lodnu til matna, tryggingarlóggávu í Føroyum, samstarv á heilsuøkinum so sum sjúklingaviðgerð og sínámillum handil við apotekaravørum.
Harumframt tosaðu ráðharrarnir um at menna nýggjar tættir í samstarvinum, har serligur dentur varð lagdur á, at samstarvið innan útbúgving og gransking eigur at vera millum fremstu samstørvini frameftir.
Eisini umrøddu ráðharrarnir felags diplomatisk átøk í mun til føroyskan EFTA limaskap.
Á fundinum var framtíðar samstarv millum føroysku og íslendsku uttanríkistænastuna á skrá eins og royndirnar hjá sendistovunum báðum í Tórshavn og Reykjavík.
At enda tosaðu ráðharrarnir um upplýsingar viðvíkjandi flogførum, ið eru undir illgruna at hava flutt fangar ígjøgnum føroyskt og íslendskt loftrúm.