Høgni fer til Danmarkar

Spildurnýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at Tjóveldi fær fyrsta fólkatingssessin, meðan ivi er um hvør fær seinna sessin. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin liggja allir javnir

Í gjár, sunnudagin 11. November, vóru 558 veljarar kring landið spurdir, hvønn flokk og hvønn persón teir ætla at atkvøða fyri á valinum í morgin. 13 prosent høvdu ikki tikið støðu, meðan Tjóðveldi var greiður vinnari við 25,6 prosent av atkvøðunum.

Kappingin um seinna sessin er púra jøvn millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hesir flokkar fáa ávíkavist 21,7 og 20,6 og 20,1 av atkvøðunum, men munurin í millum teir er so lítil, at talan er um statistiskan ótryggleika.

Úrslitið frá kanningini gevur eisini áhugaverdar ábendingar um styrkisbýtið innanhýsis í flokkunum. Har millum annað Edmund Joensen og Karsten Hansen liggja langt frammanfyri floksformonnunum í Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.


Vandamiklar kanningar

Til seinasta fólkatingsval vísti ein Gallup kanning, at Javnaðarflokkurin var fremsti flokkur. Men tá valið var av, var flokkurin dottin niður millum hinar og endaði sum nummar trý.

Sambært Jógvan Mørkøre kann hetta millum annað koma av, at veljarakanningar ávirka veljarar. Stríðið stendur um einans tveir sessir til fólkatingið, og tá fólk síggja veljarakanningar og halda, at ein flokkur er tryggur, ynskja tey at ávirka, hvør fær seinna sessin.

Kanningin hjá Sosialinum í dag vísur, at Tjóðveldi fær fyrsta sessin við 26 prosentum av atkvøðunum, meðan kappingin um seinna sessin er heilt jøvn millum tríggjar flokkar.

- Men vandin er, sum sagt, at ein veljarakanning ávirkar, og harða kappingin millum teir tríggjar flokkarnar kann vera ein hóttan ímóti tryggu føringini hjá Tjóðveldinum, sigur Jógvan Mørkøre


Kaj Leo veikasti formaður

Fynd vísir eisini innanhýsis býti í flokkunum. Fólk vóru spurd, um tey høvdu gjørt av, um tey atkvøddu persónliga ella upp á listan, og hvat valevni, tey ætlaðu at velja. Úrslitið vísir, at Høgni Hoydal er sterkasti floksformaður, meðan Kaj Leo Johannesen stendur veikast.

Høgni Hoydal fær 45 prosent av øllum tjóðveldisatkvøðum, Jóannes Eidesgaard fær 21 prosent av javnaðaratkvøðunum, Jørgen Niclasen fær 22 prosent av fólkafloksatkvøðunum, meðan Kaj Leo einans fær 11 prosent av sambandsatkvøðunum.

Jógvan Mørkøre sigur, at Kaj Leo Johannesen altíð hevur ligið lágt í kanningum, og at henda kanningin gevur honum betri úrslit enn aðrar. Og hóast Edmund Joensen ikki hevur verið høvðusvalevni til hetta valið, so hevur hann fyrr verið valdur inn á Fólkating og hevur verið nógv frammi í seinastuni í samband við málið um Føroyar sum eitt valdømi.

Munurin millum Jørgen Niclasen og Óla Breckmann er so lítið, at íroknað statistiskan ótryggleika, liggja teir púra javnir. Men samanborið við formannin í Sambandsflokkinum, tykist nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum at standa rýmiliga sterkur.


Karstin sterkast í Miðflokkinum

Innanhýsis tølini fyri Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin eru statistisk ótrygg, tí grundarlagið er so lítið, men tey eru áhugaverd alíkavæl, tí í Sjálvsstýrisflokkinum hevur formaðurin valt ikki at stilla upp, og Miðflokkurin er styrktur við Karsten Hansen úr Tjóðveldinum.

Karsten Hansen tykist vera eitt gott navn, tí hann fær dupult so nógvar atkvøður, sum Jenis av Rana. Karsten Hansen fær 42 prosent av atkvøðunum í Miðflokkinum, meðan Jenis av Rana fær 21 prosent. Triði maður á listanum, Bill Justinussen, fær 13 prosent av innanhýsis atkvøðunum hjá Miðflokkinum.

Innanhýsis býtið hjá Sjálvsstýrisflokkinum er púra javnt millum listan og báðar menninar á listanum við 31 prosentum til hvønn, meðan Rúna Sivertsen einans fær 7 prosent.


Hørð innanhýsis kapping

Kappingin um annað plássi innanhýsis í flokkunum er eisini áhugaverd, tí møguleiki er, at fremsta valevnið sigur sessin frá sær fyri heldur at taka við einum løgmans- ella landsstýrissessið eftir komandi løgtingsval.

Fólkaflokkurin hevur ein greiðan tveyara í Óla Breckmenn, og ongan greiðan trýara. Men í hinum  flokkunum er støðan meira gruggut. Formaðurin í  Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen,  er ikki einans nummar tvey, men hann liggur við sínum 11 prosentum í tættari kapping við Alfred Olsen, sum fær 10 prosent av atkvøðunum í Sambandflokkinum. Fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss, liggur nógv longri niðri og er eingin hóttan.

Í Javnaðarflokkinum stendur kappingin um næstaplássi millum Helenu Dam á Neystabø og John Johannesen. Til seinasta val fekk John Johannesen 19 atkvøður fleiri enn Helena Dam á Neystabø, men í hesari kanningini eru tey púra jøvn.

Innhýsis býtið í Tjóveldinum vísir sama mynstur. Her stendur kappingin um næsta plássi millum Torbjørn Jacobsen, sum fær 11 prosent, og Annitu á Fríðriksmørk, sum fær 10 prosent. Til seinasta val fekk Sjúrður Skaale fleiri atkvøður enn Annita á Fríðriksmørk, men í hesari kanningini blandar hann seg ikki í kappingina.

Men enn er ein heilur dagur til valið, og enn er – sum kendi Quistverturin plagar at siga – einki avgjørt.