Høgni Hoydal skelkaður av hetz

Politikarar hava ført eina ódámliga hetz ímóti Búskaparráðnum, heldur Høgni Hoydal, sum nú spyr løgmann, hvat hann heldur um, at Hermann Oskarson hevur lagt frá sær sum formaður í Búskaparráðnum. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur, at landsstýrið við síni framferð hevur elvt til, at kritiskar røddir verða tiptar

? Tað hevur verið bæði skelkandi og óhugnaligt at síggja og hoyra ta viðferð, ið sitandi landsstýrissamgonga hevur givið Búskaparráðnum seinastu 9 mánaðirnar.
Soleiðis sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum í einum munnligum fyrispurningi, sum hann fer at seta Jóannesi Eidesgaard, løgmanni í løgtinginum í dag.
Høgni Hoydal spyr, hvat løgmaður heldur um, at formaðurin í Búskaparráðnum hevur lagt frá sær eftir persónlig álop á hann frá leiðandi politikarum.
Høgni Hoydal heldur, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur verið tann ógvusligasti, men hann spyr eisini løgmann um hansara leiklut.
? Hví hevur løgmaður ikki - heldur enn sjálvur at eggja til álop á Búskaparráðið og formann tess - vart rættin og skylduna hjá Búskaparráðnum at útinna tað starv, sum tí við lóg er álagt at fremja, nevniliga at gera sínar metingar óheftar av politiskum og vinnuligum seráhugamálum, spyr Høgni Hoydal í einum av sínum spurningum.

Kritiskar røddir verða tiptar
Hermann Oskarson hevur verið í andglettinum fleiri ferðir seinasta árið, og eftir nýggjast frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, sum kom í síðstu viku, boðaði Hermann Oskarson frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Búskaparráðnum.
Høgni Hoydal heldur, at hendan avgerðin hevur tætt tilknýti til ta viðferð, sum Hermann Oskarsson hevur fingið frá fleiri politikarum og einum fakfelagsformanni.
? Við løgmanni, varaløgmanni og landsstýrismanninum í Fíggjarmálum á odda - væl stuðlað av fakfelagsformanni og samgongulimum - er ein ósaklig og persónlig hetz førd móti formanninum í Búskaparráðnum, heldur Høgni Hoydal.
? Ein avleiðing av hesi hetz er, at formaðurin í Búskaparráðnum hevur boðað frá, at hann leggur frá sær. Men avleiðingarnar eru eisini sera prinsippiellar. Eitt landsstýri hevur við síni framferð elvt til, at kritiskar røddir verða tiptar - eisini tær, sum við lóg skulu vera kritiskar - og tað kann breiða seg allastaðni í samfelagnum, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.
Jóannes Eidesgaard skal svara fyrispurninginum í løgtinginum mikudagin.