Høgni Lisberg á Iceland Airwaves

Í oktober spælir Høgni Lisberg á víðagitna íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves í Reykjavík.


Tá stóri íslendski tónleikafestivalurin Iceland Airwaves fer av bakkastokki í døgunum 18. til 22. oktober, verður tað aftur í ár við føroyskari luttøku. Høgni Lisberg gjørdist av sær sjálvum høvuðsnavn á føroysku AME hátíðini í Reykjavík í fjør. Løgini Morning Dew og Learn To Ride On Waves, vórðu nógv spæld í íslendskum útvarpi hesa tíðina, og Høgni gjørdi samrøður og spældi beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi. Fyri stuttum var Morning Dew við á íslendsku savnsfløguni 100% Sumar, ið er ein væl seld savnsfløga.
- Hesaferð verður tað bara eg við kassagittara, og ikki eins og á AME Reykjavík allur bólkurin, ið skal luttaka, sigur Høgni.
Høgni greiðir frá, at tað var fyri at fylgja AME Reykjavík upp, at hann setti seg í samband við Iceland Airwaves, ið er ein rimmar festivalur, og hann hevur í fleiri mánaðir vita at hann skuldi luttaka.
Í fjør spældi 200 á Iceland Airwaves, og fekk øgiliga góð ummæli.
Fyrr hava bólkar sum Suede, Sigur Rós, Gus Gus,  Apparat Organ Quartet  og The Flaming Lips, The Hives, Fatboy Slim, Sparta og Thievery Corporation spælt á Airwaves. Festivalurin fær alsamt størri viðurkenning og er vorðin ein sannur sýnisgluggi, har hópin av fólki úr tónleikaídnaðinum luttekur.
Konsertirnar verða hildnar í miðbýnum í Reykjavík, eini 4-6 spælistøð eru karmar um størru tiltøkini, meðan smáar barrir og kafeir verða karmur um smáu tiltøkini. Av nøvnunum, ið eru almannakunngjørd í ár, eru bretsku Kaiser Chiefs uttan iva høvuðsnavnið.
Høgni Lisberg sigur, at hann vónar at luttøkan á Airwaves fer at hjálpa við økja um fløgusøluna í Íslandi, og um møguleikarnar fyri at koma aftur og spæla.
Høgni hevur júst gjørt sáttmála við nýggjan umboðsmann. Talan er um danan Jesper Kemp, ið m.a. hevði rættiliga nógv at gera við gamla bólkin hjá Høgna, Clickhaze.