Herfyri var myspace síðan hjá Høgna Lisberg strikað uttan ávaring og uttan frágreiðing. Men arbeiði við við at endurskapa hana gongur væl. Síðan vit á Planet.fo fyrstu ferð skrivaðu um óhepnu støðuna, hevur Høgni fingið sera nógvar áheitanir um vinskap frá fólki, og í morgun er talið av vinum komið upp á 285. Hetta er tó enn langt frá teimum 768 vinunum, ið Høgni hevði, áðrenn profilurin varð strikaður. Talið av spældum løgum er komið upp á 583 og eisini hetta er sera langt frá teimum 12.000 spældu løgunum, ið Høgni hevði, áðrenn hann var strikaður.
Høgni lovar á myspace síðuni, at geva fólki okkurt eyka hesuferð, og hetta verður millum annað gjørt við at leggja eitt eyka lag á síðuna, ið áður bert hevði 3 løg.
Nú ber til at hoyra løgini Morning Dew, Lela, Star Gazers og Learn To Ride On Waves. Men harumframt eru nú løgd sjónvarpsupptøkurnar av framførsluni hjá Høgna í morgunsendingini hjá danska TV2. Her er talan um lagið Morning Dew og tað ikki útgivna lagið Been Out Of Town. Hetta nýggja lagið er rættiliga forkunnugt. Tað ljóðar eitt sindur sum, um tað hevði ljóðað um Prince spældi Country.