Høgni Lisberg og Eivør gera um seg í Íslandi

Høgni Lisberg og Eivør hava løg á íslendsku savnsfløguni 100% Sumar, sum í løtuni er millum best seldu fløgur í Íslandi.

Fløgan 100 % Sumar liggur hesa vikuna á fjórða plássi á íslendska sølulistanum. Á fløguni, ið kom út herfyri, eru best umtóktu løgini í Íslandi í summar, umframt øll íslendsku nøvnini eru Eivør og Høgni Lisberg eisini á fløguni.
Eivør er umboða á fløguni við lagnum Nú ertu 3ja ára, sum hon syngur saman við íslendska symfoniorkestinum, meðan Høgni Lisberg hevur fingið lagið Morning Dew á fløguna.
Um tað mundið tá Atlantic Music Event var í Reykjavík, var lagið Morning Dew hjá Høgna Lisberg millum mest spældu løg í íslendskum útvarpi, síðan hevur eisini lagið Learn To Ride On Waves gjørt um seg, men nú Morning Dew er á fløguni 100 % Sumar eru útvarpsstøðirnar aftur farnar at spæla Morning Dew.
Føroyavinurin Jens Guð sigur við Sosialin, at Høgni Lisberg hevur fingið støði sum eitt veruliga stórt navn í Íslandi.
- Eivør og Týr eru ivaleyst enn størstu føroysku nøvnini í Íslandi, men Høgni liggur á einum greiðum triðja plássi, sigur Jens Guð. Fløgan hjá Høgna Lisberg varð á Planet Awards vald til bestu føroysku útgávuna í 2005, og bæði í Miðevropa og í Íslandi hevur popp/rokkurin vakt ans.