Høgni Lisberg verður á Iceland Airwaves

Íslendski festivalurin, Iceland Airwaves, verður í døgunumj 14. - 18. oktober, og hetta er ein av festivalunum, sum fleiri og fleiri føroyingar fara á , og sum fleiri føroyskir bólkar spæla á hvørt ár, er íslendski Iceland Airwaves. Hetta er ein av best umtóktu skandinavisku tónleikafestivalunum, sum er í Reykjavík dagarnar 14. til 18. oktober 2009.

 

Higartil er Høgni Lisberg kunngjørdur av føroyskum nøvnum. Harumframt danski Trentemøller, sum vitjaði Við Múrin í summar og norski indie-bólkurin Kings of Convenience.

 

Fyri at gera tað lættari og bíligari hjá føroyingum at sleppa yvir á festivalin, er ungdómsmiðilin MESS í samstarvi við Atlantic Airwaves farið at bjóða pakkaferðir til Iceland Airwaves.

 

Farið verður til Reykjavíkar 16. oktober og komið verður aftur 19. oktober. Gist verður á Hotel Barón mitt í íslendska høvuðsstaðnum.