Í kvøld kl.17 fáa nólsoyingar vitjan av Høgna Reistrup. Konsertin verður á kunningarstovuni.
Høgni Reistrup er í løtuni á konsertferð kring oyggjarnar. Og dagurin í dag er einki undantak. Kl.17 verður konsert við føroyska tónleikaranum og sangaranum á kunningarstovuni í Nólsoy. Nýggja fløgan ?Trý fet frá tilveruni? er millum annað tikin upp í upptøkuhølunum hjá Terja Rasmussen í Nólsoy.
Sostatt fáa nólsoyingar enn einaferð høvið at hoyra tónar frá Høgna Reistrup ? hesaferð uttan fyri upptøkuhølið.
Konsertin á kunningarstovuni er ókeypis.
Seinni í kvøld spælir Høgni Reistrup eisini á Café Chill í Kollafirði. Hendan konsertin verður kl.20.