Fari ikki at endurtaka tað eg skrivaði í míni fyrru grein, eftir óndsinnaða álopið og skeivu upplýsingarnar frá Høgna Hoydal viðvíkjandi útlendingamálum.
Tá Høgni sigur í aftursvarinum: “Sjálvur kýtti eg meg fyri at vera so dipolmatiskur sum gjørligt í míni orðing.....”. Kundi ikki hugsa mær at ákært Høgna fyri ikki at vera diplomat, men bara unfair. Tað ber væl til at vera diplomat, sjálvt um ein er unfair.
At hann er á tunnum ísi, sæst í aftursvarinum. Tá hann m.a. sigur, at “málið við teilendingunum var greitt”. So er hetta beinleiðis ósatt, her stóðust stórir trupulleikar.
Rangsnúni
Víðari sigur hann: “Jógvan man eisini minnast skeivt, tá hann heldur uppá at Fútin skal hava verið í sambandi við hann um umitingina av útlendingamálum, og at hann skal hava sett á stovn eina serliga skrivstovu....”
Eg minnist ikki skeivt. Føroya fólk minnist heldur ikki skeivt m.a. viðvíkjandi ólukkuligu yvirleveringini av sokallaða “tailendaramálinum” o.m.ø, og at fútin segði, at um vit ikki fingu skil á hesum óskili, so slepti hann heilt einfalt málunum.
Tað eg segði, og eg endurtaki: “Eitt tað fyrsta eg var noyddur at gera, var at umskipa eitt skrivstovuhøli í Innlendismálaráðnum – har frammanundan ikki var nógv pláss – til eina mestlíknandi “kriminalstovu”, har eg mátti seta starvsfólk til at greiða skeivt avgreidd útlendingamál, fløkjur og vanlagnur, sum arvaðar vóru frá undanmanni mínum”, sum var Høgni Hoydal. Hetta var ótespuligt arbeiði.
Høgni og løgmaður
Tað var heldur ikki einans táverandi løgmaður, sum Høgni sigur, sum álegði mær, at eg skuldi “umsita hesi mál á ein hátt, har munur skuldi gerast á fólki....”
Nú veit eg, at løgmaður og Høgni hava havt okkurt at greiða sína millum, men honum nýtist ikki bara at leggja skuldina á løgmann.
Sjálvur vísti eg á í greinini, at: “Tá “lítla samgonga” legði á meg at viðgera mál ólógliga, fyri at “fáa frið”, noktaði eg”. Soleiðs rangsnýr Høgni smart skrivaða orðið.
Við afturasvarinum minnir Høgni meg nú mest um undanleypandi boksara, sum hevur rent seg fastan í ringhorninum og roynir bara at glíða av.
Við yvirtøkuni og arvinum frá undanmanni mínum, Høgna Hoydal, í landsstýrinum, fylgdu vanlagnur, skeivt avgreidd arbeiðs- og uppihaldsloyvi og rættarmál.