Høgni Hoydal, fólkatingslimur fer í dag at senda avvarðandi ráðharrum í Danmark bræv um, hví ættleiddi drongurin týsdagin varð tikin frá føroysku foreldrum sínum Málið um ættleidda etiopiska dreingin, sum týsdagin varð tikin frá foreldrum sínum í Havn, reisir nógvar spurningar, og fólkatingsmaðurin Høgni Hoydal hevur í tí sambandi nakrar spurningar, sum hann vil hava svaraðar.
- Eg siti og skrivi til avvarðandi ráðharrar í Danmark. Málið er heilt ófatiligt. Uttan mun til hvat er hent, er tað mest umráðandi, hvat tænir barninum best, sigur Høgni Hoydal.
Hóast ættleiðing er danskt málsøki heldur hann tað vera løgið, at barnið varð tikið frá mammuni og flutt til Danmarkar. Hann veit væl, at eingir føroyskir myndugleikar hava verið uppi í málinum, men harfyri heldur hann tað vera ov galið, at føroyskir myndugleikar bara sita upp afturá og einki gera.