Høgni Hoydal tók sjálvur málið um foreldrarætt og rættindi hjá samkyndum aftur, tá hann í síni tíð skuldi leggja tað fyri Løgtingið, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður. Munurin er bara tann, at Høgni Hoydal varð hóttur til tað, og at Jógvan við Keldu tekur tað burtur úr heildini av sínum eintingum.
Kjakið um málið um foreldrarætt og arvarætt er farið heilt av sporinum, heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður, sum harmast um, at persónliga hugsanin hjá einum landsstýrismani skal gera, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera eitt so stórt mál, sum viðkemur grundrættindunum hjá øllum borgarum landsins.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins, harmast um, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera eitt ávíst mál, í hesum førinum málið um arvarætt og onnur viðurskifti í samband við skrásett parlag hjá samkyndum, tí avvarðandi landsstýrismaður av persónligum grundum ikki vil leggja málið fyri Løgtingið.
Høgni Hoydal vísir á, at tað er skeivt at taka ein part burtur úr eini danskari lóg, sum annars verður løgd fyri Løgtingið.
Tað ger, at hesin parturin av lógarverkinum altíð fer at spøkja aftur og verða drigin inn í mestum eitthvørt orðaskifti uttan natúrliga at hoyra til har.
Endurtøka
Nú er hetta ikki fyrstu ferð, at júst hetta málið um arvarætt og foreldramyndugleika er á breddanum. Tað var tað eisini í 1999, tá talan var um at yvirtaka málsøkið. Men ta ferðina kom málið heldur ikki til viðgerar í tinginum. Júst tí, at tann parturin, sum snýr seg um rættindi hjá samkyndum, gekk summum tingmonnum ov nær samvitskuni.
Landsstýrismaðurin, sum tá umsat málið, var júst Høgni Hoydal, sum í dag heldur, at tað er tíð uppá, at málið verður avgreitt í Løgtinginum.
?Hatta er tvætl og bara ein máti at royna at fáa skapt kaos í samgonguni, sigur Kristian Magnussen, tingmaður Javnaðarfloksins. Men vil Høgni Hoydal hava rok í samgonguni, so má hann finna okkurt smartari mál enn hatta til tess. Tað er eingin, sum er áhugaður í at fáa rok um slíkt mál, sigur Kristian Magnussen.
Soleiðis er ikki, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tá hann í síni tíð vildi leggja málið fyri Løgtingið, varð serliga ein samgonguflokkur, sum hótti við samgongusliti, um málið kom fyri. At tað ikki varð borið í Løgtingið tá, komst av, at frágreiðingin,sum skuldi fylgja við, var ikki klár, og málið fall sostatt burtur.
Meira umfatandi
Høgni Hoydal sigur, at tað er stórur munur á málinum, sum tá var ætlað at leggja fyri Løgtingið, og tí, sum í dag verður arbeitt við.
?Ta ferðina skuldu vit yvirtaka alt málsøkið og gera tað føroyskt. Í dag verður tosað um at seta eina danska lóg í verk, sum kortini ikki er nøkur heil donsk lóg, tí tann parturin, sum snýr seg um juridisk rættindi hjá samkyndum, skal takast burturúr.
Eisini er stórur munur, tá tosað verður um foreldrarætt og -myndugleika, vísir Høgni Hoydal á.
Í lógarverkinum, hann arbeiddi við, var hugsað um tørvin og rættindini hjá barninum. Sum er, verður meira atlit tikið til rættindini hjá foreldrunum, vísir Høgni Hoydal á. Hann sigur, at honum dámar betri, at hugt verður at norksari enn danskari lóggávu, tí norðmenn seta tørvin hjá barninum fremst í slíkum málum.
Harmiligt
Høgni Hoydal harmast um, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera málið um rættindi hjá samkyndum, soleiðis at tað kann verða avgreitt einaferð fyri allar, og fólk fær at vita, hvørja støðu Løgtingið hevur.
Hetta málið verður blandað upp í mestsum hvat sum helst orðaskifti, og tað verður ikki at batna, sum frálíður. Og í nógvum førum er tað púra misskilt eisini.
?Tað vísir seg sera ofta, at fólk viðgera hetta málið sum um at talan er um at víga fólk av sama kyni í kirkjuni. Men tað hevur hetta als einki við at gera yvirhøvur, vísir hann á. Her verður bara tosað um jura.
Men sum støðan er, liggur tað bara og bíðar eftir einum ordiligum orðaskifti, sum vit ikki hava dirvi at taka.
Hann vísir aftur, at hann reisir hetta fyri at fáa rok og kaos í samgonguni.
?Eg eri fullvæl greiður yvir, at samgongan er ikki samd um hetta málið, sigur hann. Men eg eri líka greiður yvir, at í mínum egna flokki er heldur ikki semja. Og eg vil enn einaferð undirstrika, at tað, eg føri fram, er mín persónliga meining um málið og ikki ein floksstøða. Men vit eiga at tora at taka hetta orðskiftið, so málið kann verða avgreitt endaliga, sigur Høgni
Myndir -
Mynd 1 -Høgni Hoydal
Myndatekstur:
Tað ber ikki til, at persónliga meiningin hjá einum landsstýrismanni skal forða Løgtinginum at sleppa at viðgera eitt stormál, heldur Høgni Hoydal
Høgni tók sjálvur málið aftur
LøgLøgtingið má sleppa at viðgera málið um rættartrygd borgaranna óheft av persónligu støðu landsstýrismanins, sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður. Hann tók sjálvur málið aftur í síni tíð sum landsstýrismaður, vísir Kristian Magnussen, tingmaður á
Arvarættur
Edvard Joensen