Høgravend kollvelting í USA

Í dag er miðskeiðisval til amerikonsku kongressina. Hetta valið er serliga spennandi, orsakað av gøluni um kynslívið hjá demokratiska forsetanum Bill Clinton. Tann stóri spurningurin er, um demokratarnir, orsakað av hesum, missa eina rúgvu av atkvøðum til teir høgravendu republikanararnar, ella teir fara at fáa samkensluatkvøður

John Johannessen


Tíðindamaðurin, Tom Buk-Swienty, hevði um miðjan oktobur eina grein í donsku Weekendavísini, ið viðgjørdi ávirkanina, ið Lewinsky-málið hevur á politiska lívið í USA. Greinin byggir á eina samrøðu, ið blaðmaðurin hevði við samfelagsvísindamannin Orlando Patterson.

Greinin er ein góð lýsing av politisku støðuni í USA, og tá ið vit í dag hava miðskeiðisval í USA, so hava vit valt, at umseta greinina og prenta hana niðanfyri.


Einaræðisliga USA

Samfelagsfrøðingurin og -granskarin á Harvard University, Orlando Patterson, ið er nógv virdur á báðum síðunum av politsika litbandinum í USA, er saman við milliónum av amerikumonnum skelkaður og vamlast við háttin, ið fyrst kanningardómarin Kenneth Starr og nú tann republikanst domineraða stjórnin handfara Lewinsky-málið á.

Men andstøðis mongum amerkiumonnum, so er professarin, ið er føddur og uppvaksin á Jamaica, ikki so líkasælur, at hann bert er nøgdur við at yppa uppgevandi á akslarnar, yvir vánirnar fyri ríkisrættarsakini móti Clinton, ið nógv meira enn 80 prosent av amerikumonnum, sambært meiningarkanningunum, eru ímóti. Tvørturímóti hevur tann klæni, miðjaldrandi maðurin við geitabukkaskegginum og teim neistrandi eygunum, í tíðargreinum og sjónvarpssamrøðum, roynt at fáa amerikumenn at vakna.

Við Weekendavísina sigur hann í einari samrøðu á skrivstovu hansara, við teirri óføru útsjóndini yvir Cambridge í Boston:

-Tað eru fasistiskir partar í tí, ið hendir í Washington. Yrkislagið hjá kanningardómaranum, Kenneth Starr, er á markinum til tað fasistiska. Eg vil fara so langt, sum at siga, at hann hevur verið við til at seta í verk nakað, ið kundi endað við at gjørst til eitt høgrasinnað kvett ímóti Clinton, sum heilt kemur at broyta javnvágina í amerkikonskum politikki. Hetta samstundis sum, at hann hevur verið við til at bróta niður grundleggjandi rætt borgaranna um privatlív teirra.

Og sjálvt um Patterson er ein maður við einum hjartaligum látri og einum merkisverdum skemtingarsemi - við sínum tíðuliga Jamaica máldámi spýtir hann dúgliga út turrar skemtisøgur - so sær hann einki skemtingarsamt við støðuni í Washington.

- Vit eiga at vera á varðhaldi. Fyri fyrstu ferð í langari tíð í amerikanskari søgu eru vit vitni til, at politikarar - og eru tað í hesum føri teir republikansku leiðararnir - síggja heilt burtur frá sjónarmiðinum hjá meirilutanum av fólkinum. Politikkur í USA hevur altíð verið úrvalsligur á tann hátt, at tað siðabundið eru 10-15 prosent av fólkatalinum, ið eru veruliga politiskt virkin. Men hóast USA soleiðis í royndum hevur eina úrvalsliga politiska skipan, so hevur aðalkjarnin altíð verið lýðin hýrinum millum íbúgvarnar. Men tað er hon ikki í Lewinsky-málinum. Áskoðanin hjá íbúgvunum verður sópað heilt av borðinum.

Patterson hevjar røddina og nýtir orð, ið ikki kunnu noktast at vera sterk, tá ið tey verða søgd um eitt land, ið dámar at reypa sær av at vera land friðarinnar:

- Hendingarnar í Washington minna meg á tey fyrstu Hitler-árini, har meirilutin av týskarunum bilsnir, men óvirknir og virkislamdir hugdu at, meðan Hitler og lítli bólkur hansara fingu fríar ræsur at yvirtaka politiska valdið.

Bráðlyntur slær hann út við ørmunum, hoppar lættliga í sofuni, hevjar røddina og spyr: -Hvussu ber tað til? Eg havi hugsað nógv um tað, og eg havi tosað nógv við starvsfelagar um tað, og frágreiðingin, ið vit mugu koma við, ljóðar soleiðis: Tað, ið vit eru vitnir til er, at ein ekstremistiskur bólkur hevur yvirtikið tað politiska háttalagið. Talan er um tann bólkin, hvørs kjarnuveljarar fyrst og fremst eru tann moralski-republikanski høgravongurin, sum, eins og vit vita, helst hevði ynskt at sæð Clinton hongdan. Hesin lítli bólkur av politikarum roknar við, at tann breiði íbúgvaraskarin fer at vera líkasælur á miðskeiðisvalinum, soleiðis sum vanligt plagar at vera. Eftirsum at moralsku kjarnuveljarar teirra, ið eru serliga kveiktir, orsaka av kynsligu gøluni, uttan iva fara til atkvøðukassarnar, so tora republikanarnir at dúva uppá, at kvettroyd teirra í veruleikanum fer at eydnast, hóast tað vanliga vamlið við sakini.

Harafturat, so hava demokratarnir, sambært Patterson, spælt ein merkisverdan, óvirknan leiklut í Lewinsky-málinum. Orsøkin til hetta er, at Clinton, ið hellir móti miðjuni - ja, hann er næstan høgrasinnaður demokratur - aldri hevur verið tætt knýttur at vanligu flokksskipanini hjá demokratunum, herímillum arbeiðararørðsluni. Nógvir demokratiskir politikarar hava mangan kent seg sviknan av forsetanum.

- Og nú, tá ið forsetin hevur brúk fyri teimum, so eru tey, ikki yvirraskandi, tvígildug móti honum.


Gjøgnumlýst privatlív

Patterson metir, at tað ið er mest syndarligt við hesari gongdini er, at tá ið so nógv verður hugt at kynslívinum hjá forsetanum, so er hetta við til at bróta niður rætt einstaklingsins til egið privatlív. At hendan gongdin fer fram júst í USA, tað sær hann sum serliga speiskt. Rætturin at kunna halda privatlív sítt fyri seg sjálvan er ein av teimum upprunaligu frælsisgreiningunum hjá amerikumonnum, og er hesin rættur tískil ein av grundarsúlunum í amerikonskum fólkaræði.

Í USA er hugtakið persónligt frælsi, ið støðugt verður hálovað við skrálandi vendingum, vorðið myndað av tveimum eindømis amerikonskum innskotum. Eitt av innskotunum kemur frá pioner-tíðini (frontier experience). Teir ?nýggju? amerikumennirnir komu ofta frá kúgandi stýrisskipanum ella ovfólking og vesaldómi. Teir komu til tað nýggja meginlandið, fyri at hava møguleika til at skapa eina tilveru, uttan at nakar blandaði seg.

- Hetta innskotið kemur enn til sjóndar í sterku kenslu amerikumanna um, at teir hava rætt at vera teir sjálvir. Amerikonsk herróp eru sum kunnugt ?Get off my bag? ella ?Don?t fence me in?.

- Hitt innskotið kemur frá trælahaldinum. Trælir og fyrrverandi trælir høvdu eina sterka kenslu av, at kroppar teirra høvdu verið misnýttir. Hjáveran av trælahaldinum í suðurstatunum fekk norðurstatsamerikumenninar at lýsa frælsi, sum ?ikki at vera ein trælur?. Tað vil siga, at hava rættin at ráða yvir egnum kroppi, og gera tað við hann, ið einum lystir. Hesa týðing av frælsishugtakinum sær ein týðuliga í bókini ?Onkel Toms hytte?, ið var tann størsta amerikanska metsølubókin í 1800-talinum.

Kjarnin í hesum báðum uppfatanunum av frælsishugtakinum, er rætturin til privatlív, og tað er júst hesin rætturin, ið er við at verða máaður burtur í USA - og ikki bert orsaka av almennu framsýningini hjá Kenneth Starr um kynslívið hjá Clinton.

- Vit síggja eitt útbreitt rák móti einari máan av privatlívinum, ið nútíðar kapitalisman sjálv er við til at slóða fyri. Kapitalisman fær ikki verið til uttan dygt innbland í privatlívið hjá fólki. Hygg t.d. at gjaldskortskipanini her í USA - hon hevði ikki kunnað virkað uttan, at gjaldkortsfeløgini høvdu beinleiðis atgongd til at vaka yvir brúksvanunum hjá fólki. Og hesir brúksvanar kunnu heilt lættliga verða almannakunngjørdir, soleiðis sum tað nýliga hendi fyri guvernørin hjá okkum í Massachusetts. Mótstøðumenn hansara høvdu fingið fatur í yvirlitinum yvir gladkortsnýtslu hansara fyri eitt ár, og teir almannakunngjørdu yvirlitið. Tað kom til sjóndar, at hesin guvernørurin, ið lýsti við, at hann kundi skapað yvirskot á fíggjarlógum statsins, sjálvur hevði eina persónliga skuld á yvir 100.000 dollarar. Hetta skelkaði mong - hann av øllum! Men tað, ið skelkaði meg var, at tað ikki skelkaði fleiri, at yvirlit hansara yvirhøvur kundi verða almannakunngjørt. Kann tað henda honum, so kann tað henda fyri okkum øll.

Hetta lyndið, til at lív og vanar hjá amerikonskum íbúgvum verða meira og meira gjøgnumlýstir, vindir upp á seg, sambært Patterson, orsaka av at gerandisdagurin hjá nútíðarmenniskjanum gerst alt meira og meira elektróniskur, og orsaka av, at tann fíggjarliga skipanin gerst alt meira fjøltýdd.

- Hendan fjøltýdda skipanin krevur alt fleiri upplýsingar. Tað eru í USA heilar fyritøkur, ið liva av at kanna bakgrundina og innkeypsvanar hjá fólki fyri gjaldkortsfeløgini. Kongressin hevur leingi roynt at viðtaka lógir, ið styrkja privatlívið hjá einstaklinginum, men ferð eftir ferð hevur tað eydnast valdsmiklum fyritøkum at fáa steðga hesum.


Svørt, kvinnur og vreiðir menn

Aðrir tættir, ið máa burtur privatlív amerikumanna eru, sambært Orlando Patterson, tann alsamt meira gøluhugaði fjølmiðlaheimurin og at enda, men ikki minst, ovurstóra valdið hjá ríkisákæranum.

Hann flennir, ristir vantrúgvin á høvdið og sigur við áherðslu: -Áðrenn Kenneth Starr kom upp í leikin, tá vóru vit mong, ið als ikki høvdu varhugan av, at almennir ákærar í USA hava so víttrøkkandi valdsheimildir. Hesum eru tað milliónir av amerikumonnum, ið júst av álvara hava funnið útav. Sjálvandi hevur Starr eitt ávíst vald, orsaka av, at hann er óheftur kanningardómari. Kanningar hansara kunnu taka eins langa tíð og honum lystir, og ikki er nakað fíggjarligt loft viðvíkjandi kostnaðinum av kanningararbeiði hansara. Men arbeiði hansara sýnir hóast alt vanligu valdsheimildirnar hjá almennum ákærum, og vit vita nú, hvussu galið tað kann enda, tá ið hesar heimildir enda í hondunum hjá einum einaveldissinnaðum manni, sum Starr. Hugsunarháttur hansara er ræðandi. Starr og atfinnarar móti Clinton endurtaka hesi orð, eins og vóru tey ein mantra: ?Ja, forsetin leyg jú undir eiði, og lýgur ein undir eiði, so skal ein hálshøggast, líkamikið hvat ein hevur logið um. Ein lygn er ein lygn. Liðugt!?

Patterson andar djúpt og skerir sína áskoðan um hendan mátan fyri próvførslu út í papp: -Tað kann bert undirgrava demokratiið at síggja vitnisfrágreiðingina í slíkum treytaleysum frøðiheitum. Í veruleikanum kann skyldan at siga sannleikan koma í tvístøðu við rættin hjá tí einstaka at verja privatlív sítt.

-Tað, ið tú sigur er, at ein, tá ið ein er í einari støðu, ið brýtur niður rættin til privatlív, beinleiðis hevur eina borgaraskyldu at lúgva, og tískil gjørdi Clinton rætt?

- Ja, avgjørt. Og tað verður - til alla lukku - enn góðtikið av nógv teimum flestu almennu ákærunum. Tað verður vanliga ikki sæð sum ein brotsgerð, tá ið ein í borgarligum rættarmáli lýgur, fyri at fjala yvir privatlívið. Tað hendir allatíðina, og teir almennu ákærarnir kundu valt at lagt eftir fólki, orsaka av hesum, men tað gera teir vanliga ikki, tí at teir vita, at tað er siðiliga skeivt. Tað er hesa íbornu kensluna av, at kenna á sær hvat siðiliga er rætt og hvat er skeivt, ið Starr brýtur niður.

Mitt í ræðsluni um, at USA máar burtur eitt grundleggjandi fólkaræðisligt frælsi, og at landið er í vanda fyri einum rættiligum kvetti frá tí ytsta høgravonginum, so sær Patterson, hósat alt, eisini orsøk til eitt sindur av bjartskygni. Við teirra ágangandi framferðarhátti, so eru republikanararnir í vanda fyri, at tríggir veljarabólkar minka um møguleika teirra at fáa eitt nýtt stórt fleirtal í báðum kømurum í kongressini á miðskeiðisvalinum. Hesir tríggir, møguliga týðandi, veljarabólkar eru tey svørtu, kvinnurnar og teir sokallaðu ?vreiðu hvítu mennirnir?.

Tey svørtu hava avgjørt verið hollastu stuðlar Clintons. Meiningarkanningarnar í hesum etniska bólkinum vísa eitt framúrskarandi úrslit fyri Clinton. Orsaka av einari fortíð sum trælir, og seinni undirmettir av teimum hvítu, so uppfatar hesin bólkurin, meira enn nakar annar, rættin til privatlív sum heilagan. Upp ímóti 90 prosentum av teimum svørtu stuðla forsetanum, og Patterson hevur lyndi at trúgva, at tað fer at eydnast teimum svørtu politisku leiðarunum at savna fleiri veljarar, enn vanligt er til miðskeiðisvalið.

Ein annar veljarabólkur, ið kann kann verða savnaður til fyrimuns fyri demokratunum, eru kvinnurnar.

-Tað er merkisvert, at so mangar kvinnur stuðla Clinton í hesum málinum. Frágreiðingin er, at tær, eins og tann svarti veljarabólkurin, meta frágreiðingina hjá Starr at vera vanæran ímóti privatlívinum. Amerikanskar kvinnur duga at leggja tvey og tvey saman. Starr liggur tætt móti tí trúarliga høgra. Tað trúarliga høgra roynir við teirra mótstøðu ímóti fríari fosturtøku at stýra rættinum hjá kvinnunum at ráða yvir egnum kroppi. Hesa innrásina í egna kropp teirra ynskja nútímans amerikanskar kvinnur als ikki at góðtaka. Um kvinnurnar tískil møta fjølmentar til miðskeiðisvalið, so koma republikanararnir at missa atkvøður.

At enda vísir Patterson á, at mangir republikanskir politikarar kunnu verða tiknir á bóli í kjalarvørrinum av Lewinsky-málinum. Tí tað kann ikki útihýsast, at teir sokallaðu ?vreiðu hvítu mennirnir?, ið hoyrdu til kjarnuveljararnar hjá republikanarunum á miðskeiðisvalinum í 1994, fara at sita heima í sofuni í ár.

- Hesin bólkurin er samansettur av monnum í aldrinum 25-45 ár. Um ein skal døma eftir tí, ið hoyrist frá hesum bólki kring landið, so eru teir ræðsluslignir um almannakunngerðina av kynslívinum hjá Clinton. Er tað nakað, ið teir ikki ynskja, so er tað, at kynsvanarnir hjá teimum sjálvum verða alment kendir. Eg haldi ikki, at hesin bólkur í staðin fer at atkvøða fyri demokratunum, men fleiri fara helst at lata vera at atkvøða, eftir tað, ið teir hava sæð henda í Washington.


Rótutir trupulleikar

Umframt at skoða Lewinsky-málið, sum eina vandamikla gongd, við fasistiskum udirtónum, so sær Patterson eisini gøluna, sum ein av seinastu kapittlunum í einum politiskum fyrimyndarskifti, ið fer fram í USA, og sum kemur at hava stóran týdning fyri framtíðarinnar Amerika.

- Trúgvi stuðul fólksins móti Clinton gjøgnum alla hendingagongdina vísir, at tíðarskeið stóra mansins av álvara er við at vera liðugt í USA.

Patterson vísir á, at USA, hvørs politiski aðalkjarni siðabundið hevur verið anglo-saksiskur, og sum hevur verið ávirkaður av puritanskari tankagongd, meinar, at forsetin eigur at vera moralska fyrimynd tjóðarinnar (role model). Undirskilt, at forsetin skal vera ein stórur, sterkur, hvítur, ærligur, dygdugur maður.

- Men hugtakið ?role model? gevur ikki meining í einum etniskt samansettum landi, sum USA. Ja, tað gevur ikki meining í einum landi, ið fevnir um eitt heilt meginland. Asiatiskir-amerikanarar, meksikanskir-amerikanarar, hvítir protestantiskir amerikanarar og kaliforniskir brimfjalaríðarar koma ikki neyðturviliga at gerast samdir um eina felags moralska fyrimynd.

Patterson nikkar stillisliga, hyggur hugsunarsamur niður í jørðina, men hevjar so røddina og andlitið og sigur:

- Breiði stuðul amerikumanna ímóti Clinton, er fólksins opna yvirlýsing um, at tað ikki ynskir eitt upphevjað oddafólk, ið sigur teimum, hvat tað inniber at vera dygdugur. Breiða íbúgvarafjøldin ynskir skilliga ein fólkavaldan, ið kann stýra og valda yvir politisku skipanini. Tað vil siga, ein ?manager?. Og sæð í hesum ljósinum, so er tað kanska als ikki so býtt at hava ein leiðara í teimum Hvítu Húsunum, ið hevur rótutar privatar trupulleikar. Vit hava øll rótutar privatar trupulleikar.