Coronadeildirnar á donsku sjúkrahúsunum hava fingið munandi meiri at gera seinastu dagarnar. Í gjár var talið av innlegginum í sambandi við corona komið upp á 27 í mun til 16 leygardagin. Tað vil siga, at 11 nýggjar innleggingar vóru eftir einum døgni.
Hetta er størsti vøkstur síðani 26 mai, so tað eru altso góðir tríggir mánaðir, síðani at læknar og sjúkrasystrar á donsku sjúkrahúsunum sóu so nógv andlit á coronadeildunum.
Danmarks Radio skrivar, at tað ikki er óvæntað, at man nú sær eina hækking í talinum av fólki, sum blíva innløgd við corona.
Leiðandi yvirlæknin og professarin við Aarhus Universitetshospital, Lars Østergaard, sigur við DR.
- Vi vita av royndum, at tað ganga ein vika til tíggju dagar, frá tí at vit síggja nógv nýggj smittaði, til talið av innlegginum eisini hækkar, so hetta er ikki óvæntað, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað gongur tíð, frá tí at man blívur smittaður, til virusin ger ein sjúkan og so aftur eitt sindur av tíð afturat, áðrenn man blívur so illa fyri, at man skal á sjúkrahús.
Sambært Lars Østergaard er talið av innleggingum tó framvegis so lítið, at tað als ikki er nakar trupulleiki fyri sjúkrahúsverki at taka sær av.