- Tað hevur verið skelkandi at lisið í útlendsku miðlunum, hvussu nógv tons og hvussu nógvar miljardir krónur av fiski eru kastað aftur í havið. Í Føroyum vórðu vit - av neyð - noydd at gera okkara egnu skipan, ið byggir á burðardygga veiði, og at tað ikki ber til at stýra fiskiskapinum so neyvt, sum teknokratar halda.
Tað sigur reiðarin í Klaksvík, Óli M. Lassen og leggur aftrat, at tað ber ikki til at fiska ávís fiskasløg uttan hjáveiði av nógvum ymiskum fiskasløgum.
- Tí fingu vit heimsins bestu fiskveiðiskipan. Hendan skipan er so góð, at tá lítið er til av fiski, so minkar fiskiinnsatsurin samsvarandi, og ber hetta bert til, tí vit hava eldri fiskiskip, ið ikki eru so kapitalkrevjandi, og eitt nú tolir húkaflotin nakað av náttúrligum broytingum í náttúruni. Men áhaldandi broytingar í náttúruni við nógvum uppsjóvarfiski og vánaligum gróðri og hækkandi rakstrarútreiðslum tolir húkaflotin tó ikki.
Hann vísir á, at trýstið á toska-og hýsustovnin seinastu árini hevur verið metlágt.
- Ofta verður tosað um vísind, men her verður gloymt, at vísindin hevur roknað skeivt fleiri ferðir tey seinastu árini. Høvdu vit havt fylgt vísindini, høvdu vit mest sum ikki fiskað tosk og hýsu við Føroyar.
Óli M. Lassen setir einfalda spurningin: Hvør hevur "fiskað" lundan?
- Etur lundi tosk og hýsu, ella er tað kanska soleiðis, at makrelur etur toskayngul og sild etur hýsuyngul. Í eini leksikon síggja tit kanska samanhang millum makrel, sild, hýsu og tosk og tilgongd av botnfiski við Føroyar.
Reiðarin sigur seg tó rokna við, at tað enn eru politikarar, ið skilja okkara fiskidagaskipan, og hann sigur seg vóna, at húkaflotin kann fáa dagar á djúpum vatni, nú skerjingarfanatisman aftur hevur fingið valdið á teimum sum forvinna sítt dagliga breyð í løgtinginum.
- Húkaflotin hevur seinastu árini verið í djúpari kreppu orsaka av lækkandi fiskaprísum, øktum rakstrarútreiðslum, broyttum umstøðum í okkara sjóøki og ikki av øktum fiskiinnsatsið.
Hann sigur, at línuflotin hevur víst á fleiri møguleikar at betra um veiðimøguleikarnar hjá línuskipum við at býta makrel um vit tosk.
- Men, hetta hevur heldur ikki eydnast, og kunnu vit staðfesta, at húkaflotin og línu-og útróðrarmenn ikki hava nógvan stuðul í høvuðsstaðnum, sigur Óli M. Lassen, reiðari.