Boðini frá amerikanska miðbankanum um, at hann fer at varðveita somu rentu sum nú í minst tvey ár afturat høvdu jaliga ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar í Asia, tá teir lótu upp í nátt.
Á marknaðinum í Tokyo hækkaði Nikkei-vísitalið 1,15 prosent. Í Hongkong hækkaði Hang Seng-vísitalið 3,41 prosent, men tað trongdi til, tí í gjár fall sama vísital 5,66 prosent. Á kionesiska virðisbrævamarknaðinum í Shanghai var hækkingin 1,28 prosent.
Greinarar siga, at enn eru viðurskiftini ikki komin í rættlag, sjálvt um útlitini í dag eru bjartari enn undanfarnu dagarnar.