Kavi gjørdi, at takið á fótbóltshøllini hjá norska felagnum Rosenborg rapaði. Eingin fekk skaða av hendingini Tað hevur kavi illa í tríggar dagar í Tróndheim, og tað var ov nógv fyri fótbóltshøllina hjá fremsta norska felagnum. Takið á Abra-høllini gav upp og breyt saman. Eingin var staddur í høllini, tá óhappið hendi.
Nú mugu spælararnir hjá Rosenborg út í kuldan at venja, men teir gleða seg ivaleyst til at sleppa suðureftir at venja. Tað verður um eina viku.