Høllin er klár til børnini

Fram um aðrar festivalar, so hevur Summar Festivalurin eisini verið merktur av, at nógv verður gjørt fyri yngra ættarliðið. Ikki minst tí roknast kann við, at stórur partur av málbólkinum hjá festivalinum hevur børnini við sær.

Skráin fyri tey yngstu er eisini meira umfevnandi, enn hon nakran tíð áður hevur verið. Bæði fríggja- og leygardagin verður byrjað við stórum barnatiltaki, har bæði trøll og klovnar fara at geva sítt íkast til undirhaldið.

Og skuldi tað hent seg, at eðrið fer at arga ov nógv, so hava fyrireikararnir tryggjað sær, at KÍ-høllin er tøk.

- Sjálvandi roynir tú at taka neyðugu atlitini, tá skipað verður fyri einum tiltaki í Føroyum. Fríggjadagin kann vera, at regnið fer at arga, men um so verður, so verður barnatiltakið flutt inn í høllina, sigur Steintór Rasmussen.

Og verður heilt galið, so kann okkurt av hinum tiltøkunum eisini verða flutt innandura, sigur hann.

- Tey vaksnu tola kanska betri at standa úti í regninum, men verður tað ov vátt, so gera vit sjálvandi alt, sum stendur í okkara makt, so gestirnir ikki drukna í regni. Størstu konsertirnar fáa vit sjálvandi ikki flutt. Men vit hava bæði eitt stórt tjald og sjálva høllina, um tað gerst neyðugt, sigur hann.