Høllin í leysum lofti

Nýggjársaftan er seinasti møguleikin hjá liðnum handan Skálafjarðahøllina at geva FSF eina fullfíggjaða byggi-, íløgu- og rakstrarætlan. Enn røkist einki fyri hesum, og tí er vandi fyri, at ætlanin fer í søguna

Fótbóltur

 

Spenningurin var stórur, tá tað í fjør stóð greitt, at valið hjá FSF um nýggja fótbóltshøll fall á høllina í Skálafirði. Eitt val, har høllin varð tikin fram um verkætlanina á Svangaskarði og hana, sum Havnar Timburhandil stóð á odda fyri.

Síðani hevur tó gingið striltið at fáa endaligu staðfestingina upp á pláss. Ætlandi skuldu allar ætlanir viðvíkjandi høllini verða góðkendar á heystið í fjør. Tann freistin er síðani útsett fleiri ferðir, og tað hevur ikki verið væl sæð hjá UEFA, sum úr sonevnda hattrick-grunninum stuðlar ætlanini við 12 mió kr. Og somikið stór hevur ónøgdin um hetta verið, at FSF-forsetin á seinasta aðalfundi segði, at harrarnir í UEFA vóru »bekymraðir«, sum hann málbar seg.

 

Verður ikki longt

Kortini er freistin aftur útsett síðani hetta, men sum skilst, so er evstamarkið, sum nú er sett, absolutt.

- Eg fái bara váttað, at freistin gongur til tann 31. desember. Og tað verður trupult at leingja. Snøgt sagt, tí UEFA ikki gongur við til at leingja freistina meira. Og teir eru ikki serliga fegnir um, at vit longu hava longt hesa fleiri ferðir, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.

 

12 milliónir tøkar

Hvussu verður við teimum 12 milliónunum, sum UEFA hevur sett av til føroyskan fótbólt, er ikki greitt í løtuni.

- Vit hava ikki tosað við UEFA um tann partin, men eg vænti ikki, at peningurin fellur burtur, hóast høllin í Skálafirði ikki skuldi blivið til nakað.

Svangaskarð var við í kapprenningini um høllini á sinni. Er tað hugsandi, at peningurin ístaðin fer til hesa, um toftamenn aftur meldað seg á banan?

- Tað er so ein spurningur, sum FSF skal taka støðu til. Vit hava jú eisini arbeitt við ætlanum um at gera egið stadion, so tað er eisini ein møguleiki. Treytirnar frá UEFA eru, at peningurin skal nýtast til íløgur, sum kunnu betra um karmarnar hjá føroyskum fótbólti. Og so er tað upp til FSF at gera av, hvussu tað verður gjørt best, sigur Ísak Mikladal.