Høllin málað reyð

Karmarnir kundu ikki verið betri, tá liðini fóru á vøllin til triðju finaluna í Klaksvík leygardagin

Fjeppararnir hjá Stjørnuni eru vanliga mælskir, men hesa ferð høvdu tey ordiliga gjørt seg til, soleiðis at desibellini skuldu fara enn longur upp. Við ballónum og bannarum var høllin eisini pyntað til gullveitsluna, sum varð sett ígongd longu ein tíma undan dystinum, tá “Vi maler byen rød” hjá Birthe Kjær varð sendir gjøgnum hátalararnar.