Veðrið í dag. Tað verður upp í ein strúk av vindi av norði, 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s.
Tað verður samdrigið, regn og vátaslettingur. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig.
Í morgin verður upp í hvassan vind, 10-15 m/s av landnyrðingi, sum seinni minkar niður í 8-13 m/s.
Tað verður samdrigið og regn við vátakava. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig,
Landsverk boðar frá á heimasíðu sínari, at tað kann væntast hálk kring landið í morgun og mælir øllum at koyra varliga.