Tøl frá føroysku alifeløgunum vísa, at 10,1 milliónir laksasmolt og 0,4 milliónir sílayngul vóru sett á sjógv í 2009. Hetta er eina øking uppá 15%, í mun til miðal fyri 2006 til 2008.
Næstu árini fara útsetingarnar at økjast upp til 13,5 milliónir smolt. Mest verður útsett á størru og opnu firðunum, og minni í aliøkini í miðøkinum, verður upplýst á heimasíðuni hjá Fiskaaling.
Tøkan av alifiski varð í 2009 góð 48.600 tons, kruvd vekt. Framrokningar benda á, at tøkan minkar nakað í 2010, og hækkar síðani næstu árini til góð 60.000 tons kruvd vekt ella góð 70.000 tons livandi.
Annaðhvørt ár skal allur fiskurin á hvørjum fjørði takast og aliøki skal liggja tómt í 2 mánaðir.