Hálva øld við Áarvegin

Hotel Hafnia, hotellið í miðbýnum, rundar ta fyrstu hálvu øldina. Í dag hevur annað ættarlið tikið við, og tað triðja er útbúgvið at halda fram

Hotelvinna


Hotel Hafnia rundaði tey 50 árini í gjár, og í dag verður móttøka á hotellinum. Brøðurnir Johan og M.C. hava tikið yvir eftir pápan Christian, sum stovnaði Hotel Hafnia, og triðja ættarliðið er útbúgvið og komið í starv á hotellinum.

Nógv hava heilsað upp á teir. Nógv fleiri kenna teir. Og øll hava hoyrt um teir. Teir báðar Restorff brøðurnar á Hafnia, Johan og M.C., sum sita yvir av mær í nýggju Loungini við Áarvegin. Uppvaksnir í hotelvinnuni og mestsum føroyska ímyndin av slíkari.

At Hotel Hafnia varð til tað, sum tað í dag er, komst meira ella minni av tilvild, greiðir Johan frá. Tað er hann, sum líkasum førir orðið meginpartin av tíðini, vit sita og práta.

Pápin, Christian Dahl Restorff hevði tubbakshandil, og ymsar umstøður gjørdu, at hann fór undir byggja ein stóran bygning, sum ætlaður var til ymisk handilslig endamál, greiðir Johan frá.

Tíðirnar vóru ikki so støðugar tá. Vit vóru ikki so langt frá seinna veraldarbardaga, og verðin var ikki heilt komin aftur í rættlag.

Í Føroyum hendu stór ting. Eitt nú at Sjóvinnubankin fór á húsagang, og ein brennivargur var á ferð í Havnini. Hann setti eld á Sjó- og Vektarbúðina í Tinganesi og á Hotel Føroyar, sum var einasta veruliga hotel í býnum tá.


Hafnia

Úrslitið av, at Hotel Føroyar brann, gjørdist, at Hotel Hafnia varð latið upp.

?Ætlanin var í grundini als ikki, at her skuldi vera nakað hotel, greiðir Johan frá. Pápi bygdi ein handilsbygning, sum hevði kømur í erva, sum fólk so kundu leiga. Hugsað varð um bygdafólk, sum gistu í Havn og nakað tann vegin. Í neðra vóru handilshøli og skrivstovur.

Ymsar umstøður gjørdu, at tað líkasum ikki varð til nakað við hesi útleigan, og tá so Hotel Føroyar brann, varð gjørt av at lata hotel upp í bygninginum.

Navnið Hafnia er latín og merkir havn. Tað helt Christian Restorff egna seg væl, men vildi kortini vita, um onnur hildu tað sama, greiðir Johan frá. Hann hevði líkasum eina navnakapping millum fólk, sum stukku inn á gólvið, og so ella so endaði tað við, at hansara egna hugskot, sum hann tó hevði hildið fyri seg sjálvan, gjørdist navnið á hotellinum. Eitt navn, sum í dag er at kalla ímyndin av hotelvinnu í Føroyum.


Gestirnir

Tað gongur nógv fólk eftir Áarvegnum, og ein heilur hópur støkkur inn á gólvið á Hafnia. Tey koma at keypa sær ein kaffimunn. Eta ein góðan døgurða ella til einhvønn fund ella annað tiltak á hotellinum. Men nógv teirra gista eisini her. Eini 11.000 fólk gista árliga á hotellinum, greiða teir báðir Restorff brøðurnir frá.

Og tað eru fólk »av øllum møguligum slag«. Handilsfólk, vanligir turistar, sjónleikarar og politikarar, bygdarfólk, sum hava ørindi í Havn umframt øll hini.

Sum vera man verður spurt, um nakar serligur gestur hevur verið her, sum teir minnast, og M.C. er so knappur at svara: ?Pat Boone.

Nei, tann musikalski alskurin er ikki til at fornokta.

Og ymiskt er, sum tey orða seg, tá tey biða um pláss, vita teir báðir at siga frá. Tað ber til at hoyra, hvar tey dagliga ferðast, halda teir.

Ein søga er um kenda klaksvíkingin í Hirtshals, Levi Joensen. Hann plagdi at ringja og spyrja um nakað »keipláss« var í kvøld, tá hann ætlaði at gista á hotellinum.


Minni og framtíð

Í samband við fimmti ára føðingardagin hevur Hotel Hafnia givið út eitt minningarrit, sum Johan Restorff og Arnstein Niclasen hava skrivað og lagt til rættis. Steen A. Cold, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur skrivað danska samandráttin.

Ritið, sum er knappar 50 blaðsíður, er býtt upp í 12 partar, sum millum annað viðgera Restorff ættina, ymisk ávís mál, sum hava við Hotel Hafnia at gera, umframt sjálvandi søguna hjá hotelinum við teimum fólkum, sum har hoyra til.

Fleiri stuttligar søgur, um hendingar, sum farnar eru fram á hotellinum, standa eisini at lesa í heftinum.

Men hóast hotellið er vorðið hálva øld gamalt, skal eisini haldast á, og tað ætla teir so.

Tað eru ongar serliga villar ætlanir kortini, teir ganga við. Umhvørvið er soleiðis háttað, at har verða ikki tær øgiligu útbyggingarnar.

Nú eru teir komnir so mikið til árs, at Johan ikki er so øgiliga langt frá fólkapensiónsaldri, meðan M.C. er eitt sindur eldri enn hotellið.

Men at selja og gevast hava teir ikki hugsað um kortini. Og triðja ættarligðið er jú eisini í vinnuni. Tey hava fingið útbúving og fara kanska at reka ættararvin víðari.

?Men tað er nú einaferð soleiðis við forrætning, filosoferar Johan, at alt er til sølu, um rætta tilboðið vísir seg.