Hálvdan er kendur millum teirra, sum hava við skip at gera. Reiðari er hann á fýra skipum. Tey eru Venus, Mars, Vesturtúgva og Mars Chaser.
Men hann fær eisini tíð til annað. Er skúlatænari við Miðvágs Sandavágs Skúla, umframt at hann er limur í bygdarráðnum í Sandavági, har hann er formaður i teknisku nevnd.
Hálvdan er timburmaður, men hevur sum flestir á hansara aldri verið sína tíð á sjónum, Sjógvurin dróg og hann fór avstað aftur, eftir aqt hann annars var uppilagstur at smíða. Var millum annað við Heldarstindi hin vanlukkutúrin í Eystursjónum, tá teir fingu sinnopsgassið í trolið.
Frítíðaráhugamálini eru sum hjá flestum sandavágsmonnum. Seyð og gæs hevur hann gangandi, og onkran kálv verður tað saktans eisini til.
Hálvdan er giftur við Anniku, sum er úr sama grannlagi sum hann sjálvur. Tey hava altíð kenst. Bókstaviliga. Eru fødd í sama ári. Annika fer at fylla 50 seinni í ár. Børnini eru trý, og barnabørnini somuleiðis.
Føðingardagin hjá Hálvdani eru tey stødd í Skotlandi.