Hálvfinalurnar á skránni

Leygardagin fara AB og B71 og LÍF og B68 undir telvingina um, hvør skal verða partur av finaluni í lítlu steypakappingini

FSF steypið

Nú fer at nærkast, at sjøtul fer at verða settur á landskappingina í næstbestu deildini. Annan leygardag, 30. apríl, verður fyrsta umfarið.
2. deildar feløgini hava fingið dystarvenjing í kappingini um FSF steypið ella í lítlu steypakappingini, sum hon varð nevnd longu í fjør, tá ið hon var fyrstu ferð á skránni, og B71 vann hana.
Nú er komið fram til hálvfinaluumfarið. Fyrru dystirnir verða spældir nú leygardagin. Tá skulu LÍF og B68 spæla í Leirvík, og AB og B71 skulu spæla á Argjum. Seinnu hálvfinalurnar skulu sambært skránni spælast 2. hvítusunnudag, sum er 16. mai. Finalan verður leygardagin 2. juli ella leygardagin eftir at 2. deild verður farin í summarfrí.