Hálvur føroyingur við í Vild med Dans

Føroyskur boksari skal royna seg á dansigólvinum seinni í ár.

Fyrst í mai luttók hálvføroyska Sarah Mahfoud í stóra tiltakinum á høllini á Hálsi, sum nevndist North Atlantic Fight Night. Hin 26 ára gamla Sarah Mahfoud er boksari, og hesa ítróttargreinina, sum vit vanliga bara seta í samband við menn, hevur hon íðkað í 12 ár. Sarah Mahfoud hevur vunnið nógv donsk meistaraheiti, og fyrr í ár vann hon eisini norðurlendska meistaraheitið í boksing.

 

Sarah Mahfoud er fødd í Føroyum, har hon búði, til hon varð fýra ára gomul. Mamma Sarah er føroysk, meðan pápin er ættaður úr Sýria. Í barndómsheiminum í Danmark hevur familjan tó altíð tosað føroyskt.

 

Tað er tó ikki bara í boksiringinum, at Sarah Mahfoud framyvir skal vísa, hvør dugur er í henni. Seinni í ár skal hon nevniliga luttaka í kendu, donsku sjónvarpssendingini, Vild med Dans. Tað skrivar danska Ekstrablaðið.

 

- Eg gleði meg sera nógv at luttaka í Vild med Dans. Tað verður ein stór uppliving. Tá ið TV2 ringdi til mín og spurdi, um eg vildi vera við, svaraði eg beinanvegin, at sjálvandi vildi eg tað, sigur Sarah Mahfoud við Ekstrablaðið.

 

- Mær hevur altíð dámað dans væl. Og eg elski at hyggja eftir tí. Tískil gleði eg meg nógv at luttaka í dansi. Og eg eri sera forvitin at vita, um eg fari at finna útav tí, sigur Sarah Mahfoud at enda við Ekstrablaðið.

 

Vild med Dans byrjar seinni í ár og verður víst í sjónvarpi hvørt fríggjakvøld.