Ikki nógv lív er á gøtunum í dag, nú flaggdagur er, tí ein stórur partur av løntakarunum hevur frí í dag. Antin hálvan dag ella í allan dag. Av tí sama er nógvastaðni stongt.
Í yvirlitinum hjá Vinnuhúsinum stendur, at hesi hava flaggdagin sum hálvan frídag: Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, S&K, FH/LH, og Prentarafelagið.
Hesi halda frí í allan dag: Flogmekanikararnir, Føroya Banki, Eik/sparikassin/Elektron, Yrkifelagið Trygdin, Føroya Tele og Postverkið.
Annars hava limirnir í Starvsmannafelagnum og øðrum feløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini frí í dag.