Landsliðsúttøka
Tá danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, týskvøldið boðaði frá, hvørjar leikarar hann hevði tikið út til landsdystin móti Týsklandi, vóru fleiri óvæntað nøvn á matarlepanum.
Í donsku fjølmiðlunum varð mett, at mest óvæntaða navnið í hesum sambandi var langlimaði álopsleikarin, Marc Nygaard.
Hálvur tvørámaður
Frá einum føroyskum sjónarhornið er tað áhugaverda í hesum sambandi, at Marc Nygaard er hálvur føroyingur.
Ivaleyst eru tað fleiri av lesarunum, sum minnast, at Marc Nygaard byrjaðu yrkisleið sína, tá hann fyri nøkrum árum síðani fór til Hollands, har hann hevði gjørt sáttmála við Heerenveen.
Tá hevði Marc roynt seg á ymsum ungdómslandsliðum hjá Danmark, og fyrispurningar vóru eisini frammi, um hann ikki hevði hug at royna seg á føroyska landsliðnum. Mamman er av Tvøroyri, so eingir trupulleikar høvdu verið í hesum sambandi.
Marc segði tó nei, tá hann varð spurdur um hetta. Grundgevingin var, at hann heldur vildi royna at koma á danska A-landsliðið, og nú hevur tað so víst seg, at tolsemi hansara hevur loyst seg.
Sostatt kunndu tvørámenn nú breggja sær av, at teir eisini eiga ein leikara á danska landsliðnum. Tað er annars ikki so langt síðani, at tvørámenn, og suðuroyingar sum heild, mettu, at tað líktist ongum, at eingin suðuroyingur var á landsliði okkara.
Marc Nygaard er framvegis at síggja í hollendskum fótbólti, har hann í dag spælir við Roda.
Nýggjur leikari frá FCK
Marc Nygaard var tó ikki einasti nýggi leikarin, sum Morten Olsen dróg úr hattinum týsdagin.
Liðfelagin hjá Toda Jónsson, Niclas Jensen, var eisini millum teirra, sum landsliðsvenjarin hevði á orðið, tá liðið varð úttikið.
Niclas spælir vanliga í vinstra verjuborði hjá FCK, og er sostatt tann FCK leikarin, sum á vøllinum hevur einamest samband við Toda Jónsson, sum spælir framman fyri hann.
Samstarv teirra á vøllinum hevur mangan verið fyrimyndarligt, og framyvir verður tað helst ikki bert Todi, sum verður burtur frá í vinstru síðu, tá landsdystir standa á skránni.