Hópdeyði í Fámjin

Óhapp við vatnveitingini hjá smoltstøðini Guttanstøð í Fámjin kostaði 250.000 smoltum lívið í summar

Fámjin: Ein kvart millión smolt doyðu, tá ein rist í vatnveitingini til smoltstøðina typtist í summar. Fiskurin var tryggjaður.

Hann var landnyrðingur í ættini, tá alarmurin fór í gongd um sjeytíðina hendan morgunin, greiðir Edvard Magnussen, leiðari á smoltstøðini Guttanstøð í Fámjin, frá. Og landnyrðingurin ger, at móra flytir seg eftir botni á Kirkjuvatni, haðani Guttanstøð fær vatn til alikørini. Rist er fyri vatninntakinum, og tað var hendan, sum typtist hendan morgunin.

Summarið hevur verið turt, eisini í Fámjin. Men ikki turrari enn so, at tað onkuntíð hevur verið líka lítið vatn í Kirkjuvatni, sum tað var í summar, sigur Edvard Magnussen. Tað vóru so fleiri óheppin samanfall, sum gjørdu, at fiskurin doyði.

Beinanveg, ávarðingin var farin í gongd, varð boð sent eftir arbeiðsfólkinum, sum gjørdi so skjótt av, sum til bar. Men kortini doyðu 250.000 fiskar, tí luft var komin í rørini.

Edvard Magnussen sigur, at hetta var serliga óheppið, og at tað var óvanligt, at ristin skuldi typpast so skjótt. Hon var reinsað bara tveir dagar frammanundan.

Tað er stórarbeiði at taka upp aftur eftir slíkt felli, sigur Edvard Magnussen. Ikki alt doyði hjá teimum, men stórir partar úr fleiri kørum. Og tað stóra arbeiðið lá í at fáa lúka burturúr. Livandi og deytt hvørt fyri seg.

Fiskurin var tryggjaður, so nakað fekst aftur tann vegin. Men ikki meira enn reiðiliga helvtin av talinum kortini. 130.000 smolt vórðu flutt norðaneftir til Fámjins. So missurin verður altíð eitt sindur. Bæði í tíð og fiski.

Edvard Magnussen sigur, at teir høvdu ætlanir at byggja út, soleiðis sum tær flestu smoltstøðirnar gera í løtuni. Skifta smá kør út við størri og gera eina høll at hava fiskin inni í. Hetta er nú seinkað nakað, og ikki er til at siga, nær hetta kann fara at verða gjørt.

Hóast ætlaða útbyggingin er flutt eitt sindur fram í tíðina, gjørdi óhappið kortini ikki, at støðin ikki fer at hóra undan, sigur Edvard Magnussen.

Annars letur hann at, at tað er heldur trongligt, har smoltstøðin liggur, so møguleikarnir fyri útbygging eru ikki teir heilt optimalu kortini.

Smoltstøðin Guttanstøð hevur 850.000 smolt gangandi. Tey verða øll latin til alistøðina Hellisvað í Árnafirði. Flutningurin norður um Fjørðin er bæði langur og strævin, sigur Edvard Magnussen.

Fyrst verður fiskurin koyrdur í kør í Fámjin og fluttur við bili til Tvøroyrar. Haðani í brunnbát, sum siglir hann norður til Árnafjarðar, har hann verður settur í aliringarnar. Deyðiligheitin er helst í hægra lagi. Um minni enn tíggju prosent doyggja undir flutningi, halda teir ikki illa standa til. Tó er tað sera ójavnt, sigur Edvard Magnussen og leggur aftrat, at venjingin við tíðini er vorðin so mikið góð, at tað er farið at batna munandi.

Guttanstøð fær eygarogn frá Fiskaaling við Áir at klekja. Tað eru bara Fiksaling og Fútaklettur í Vágum, sum hava loyvi at ala lívfisk.

Guttanstøð er einasta arbeiðsplássið í Fámjin. Har arbeiða trý fólk fast. Men tá okkurt stórvegis er at gera, plaga eini tvey-trý aftrat at verða biðin til arbeiðis.

Edvard Magnussen sigur, at støðin hevur15 ár á baki og rindar árliga einar 800.000,- til eina millión krónur í lønum.

Og tað eigur at merkjast hjá eini lítlari komunu sum Fámjins Kommunu.