Ein brúdleypsveitsla har eysturi í Turkalandi í gjár endaði í einum sonnum blóðbaði Tað var ikki ein yvirgangsatsókn, tá vápnaðir menn lupu á eina brúdleypsveitslu har eysturi í Turkalandi í gjár. Ikki færri enn 44 fólk, teirra millum fleiri kvinnur og børn, lótu lív.
Turkiski innanríkisráðharrin, Besir Atalay, sigur, at løgreglan hevur tikið átta fólk, sum verða sett í samband við tilburðin. Sambært ráðharranum var álopið ikki yvirgangur, men liður í einum stríði millum tveir lokalar ættarbólkar.
Turkiskir fjølmiðlar hava víst á, at fleiri skyldmenn hjá brúðurini og brúðgóminum hava verið við í bardøgum við kurdiska felagsskapin PKK, men innanríkisráðharrin sigur, at álopsmenninir vóru ikki kurdar.