Kavin gjørdi veruliga um seg leygarkvøldið, men so við og við kókaði tað tó í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá fyrsti bólkurin fór á pall til annað umfar av Prix Føroyar 2005, var ikki nógv fólk savnað, men skjótt batnaði, og fólk kom í salin.
Talan gjørdist um eina harða kapping, har ongin við vissu dugdi at siga, hvørjir tveir av teimum seks luttakandi bólkunum fóru at tryggja sær pláss í semifinaluni í Trongisvági 2. apríl.
Bólkarnir leiktu allir væl, men torført var at sammeta, tí teir vóru sera ymiskir í framførslu og tónleikastíli.
Fegnir
Tað tók góða løtu, nærum ein tíma, ella so, innan Jákup Magnussen, frásøgumaður, kundu fara á pallin við tveimum brævbjálvum við nøvnunum á vinnandi bólkunum í.
Millum tónleikararnar visti ongin at siga, hvar teirra bólkur fleyt, og hevði ivin bert vaksið seg størri í bíðitíðini. Fjáltur var tí á fleiri, meðan ymisk uppskot hoyrdust um, hvør ið átti at hava møguleika.
Tað vóru tí fegnir limir í bólkinum Makrel, sum hoyrdu júst teirra bólk verða róptan upp. Bilsnir, tó vónríkir, fingu teir staðfest, at teir áttu annað plássið í semifinaluni.
Men so gjørdist spenningurin ikki minni, tí nú var so annar bólkurin nevndur, men hvør var nú hin bólkurin? Tað sást, at fleiri høvdu ilt við at hava tamarhald á sær av berum spenningi.
Men tá so navnið All That Rain ljómðai, sótu limirnir í bólkinum fyrst nærum púra paff nøkur sekund, innan tað loysnaði og gekk upp fyri teimum, at teir komu víðari. Tí teir tordu ikki at vænta og vóna hetta.
Men vinnandi bólkarnir fingu sera harða kapping av MMM, Ph 5,5, Side Effect og Róp.
Vit hava stóra frásøgn frá øðrum umfari í Prix Føroyar 2005 í blaðnum í morgin.