íløgur
Tá Kaupthing sum fyrsta veruliga íløgufelagið trein inn á føroyska fíggjarmarknaðin, var hetta samstundis startskotið til eina menning av sama marknaði. Fyrstu tíðina var menningin kanska ikki so stór. Einamest tí 11. september mest sum punkteraði stóru lýsingarkampanjuna, har »54%« ferð eftir ferð varð skrivað í stórum bókstavum. Hetta talið ímyndaði avkastið, sum Kaupthing hevði vunnið nøkrum av sínum kundum árið fyri. Men við terror-atsóknini á World Trade Center, skramblaðu fleiri av stóru partabrøvunum niðiur í virði. Og tí gjørdist talan í sera nógvum førum um negativt avkast hetta fyrsta árið, sum vanligi føroyingurin av álvara slapp at royna seg á hesum partinum av fíggjarmarknaðinum. Ein negativ uppliving, sum uttan iva eisini setti síni merki í íløguhugin næstu árini.
Er bara byrjanin
Spakuliga eru hesar negativu upplivingar tó broyttar. Ein føroyskur virðisbrævamarknaður saman við øktum fokus á væl eydnaðu íslendsku útrásina hevur av álvara sligið ígjøgnum seinastu tíðina, og innan bara fáar vikur tykist verulig ferð nú vera komin á menningina. Seinastu tvær vikurnar er valla farin dagur framvið, uttan at tíðindaskriv um nýggjar íløgumøguleikar eru send fjølmiðlunum. Ikki minst frá teimum báðum stóru føroysku peningastovnunum, sum av álvara eru í ferð við at taka upp kappingina við Kaupthing. Og kanska eisini við íslendska Landsbankanum, sum jú eisini sigst vera ávegis á føroyska marknaðin.
Og sambært stjóranum í føroyska Landsbankanum, Sigurd Poulsen, er hetta bara byrjanin.
- Sjálvandi kanst tú tosa um broyttan hugburð til íløgur, men sum so eru hesar bara ávegis. At ferð er komin á júst nú, er helst meira av tilvild, tí bæði Føroya Banki og Sparikassin hava í longri tíð fyrireikað seg til hesi átøkini. Og tí er talan um væl fyrireikað tilboð, sum nú koma á marknaðin.
- Tað gongur nokk nakað av tí, áðrenn vit veruliga kunnu tosa um eina íløgumentan. Men sum frálíður fara vit helst at síggja eina alsamt vaksandi uppsparing í virðisbrøvum. Eftirlønaruppsparingin er komin upp á einar 4,4 mia kr., og eg rokni eisini við, at sethúsaeigarar so líðandi koma at binda sína uppsparing í virðisbrøv, heldur enn í frívirðið á húsum sínum, sigur Sigurd Poulsen.
Forða kapitalflýggjan
Enn ber tó ikki til at siga, í hvønn mun føroyskir uppsparar hava flutt sínar íløgur yvir á virðisbrøv. Sigurd Poulsen sigur, at tey í løtuni eru í ferð við at gera hagtøl fyri hendan partin av fíggjarmarknaðinum, men at hetta arbeiði enn ikki er liðugt.
Men við 10 milliardum innistandandi í føroyskum peningastovnum, er einki forgjørt í, at teir báðir stóru peningastovnarnir av álvara eru farnir at fyrireika seg á hesum økinum. Verður tað ikki gjørt, kann talan skjótt gerast um heilt stóra kapitalflýggjan yvir á aðrar uppsparingarmøguleikar, og tað er væl ikki nakað, sum hevur serligan áhuga hjá hesum.