Hørður sendi AB upp

Bara 19 ára gamli Hørður Mouritzarson Mohr gjørdist dagsins maður á Argjum, tá hann kom inn og við tveimum málum tryggjaði AB altavgerandi sigur á EB/Streymi

Fyri triðju ferð í søguni verður AB at síggja í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Tað er greitt, eftir at AB vann 4-1 á EB/Streymi á Argjum, með­an Skála mátti lúta fyri teimum næst­bestu hjá KÍ í Klaksvík.
Tað stóð nógv á argjamonnum, sum eitt skifti vóru aftanfyri. Tá var ikki sørt, at minnini frá seinasta leik­degi í fjør høvdu hug at lúra í bakhøvdinum, tá AB í seinastu sekund­inum bleiv yvirhálað av TB. Men við einum støðugum trýsti arbeiddu argjamenn seg inn í aftur dystin.
Tað endaði við, at innskifti Hørdur Mohr við tveimum málum í sein­astu tíggju minuttinum kopp­aði dystin til fyrimuns fyri AB, og tryggjaði teimum uppflyting.

Kvøkkurin
Tað var nógvur vindur á Argjum og stutt fyri dystarbyrjan varð tosað um, um dysturin yvirhøvur kundi spælast. Avgjørt var at seta dystin í gongd og so taka tað har frá. Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð loysn. Vindurin minkaði nakað og darvaði ikki spældi so nógv, sum vandi var fyri.
EB/Streymur hevði vindin und­an í fyrra hálvleiki og megnaði at trýsta AB fyrsta korterið. Aftaná tólv minuttir legði Jens Michael Jensen gestirnar á odda við ein­um innarisíðu sparki áraka brots­teigar­markið mitt fyri.
Hesa løtuna tóktust argjamenn skakkaðir, men byrjaðu skjótt at seta seg á spælið. Serliga liðskiparin og høgrivongurin, Jónas T. Stenberg, var eyðsýndur í álopsspælinum. Fleiri ferðir kom hann til innlegg.
Útjavnandi málið kom stutt fyri hálvleik, tá málsøkjandi miðverjin, Leivur Holm Joensen, setti fótin á eftir deyðbólt.
Málið gav argjamonnum mót upp á meir, men tað var ikki bara til tað betra.
– Eftir útjavnandi málið blíva vit ov grammir at skjóta mál. Spælið blívur ov rótut, sigur Dion Splidt, sum spældi á miðvøllinum AB.

Forloysandi málið
Í seinna hálvleiki kringsettu argja­menn EB/Streyma brotsteigin, men uttan veruliga at blíva vandamiklir. Hvørja ferð EB/Streymur megnaði at rudda vekk, so vann AB bóltin aftur. Tí var tað í nógvar mátar bara ein spurningur um tíð, áðrenn trýst­ið fór at geva úrsligt.
Tað skuldi ein innskifting av 19 ára gamla Hørði Mohr til, áðrenn argjamenn fingu forloysandi málið tíggju minuttir fyri tíð. Boðini úr Klaksvík vóru, at Skála var komið afturúr.
– Fantastiskt, tað var fantastiskt, sigur Hørdur Mohr um kensluna av at síggja skotið hjá sær bresta í net­meskarnar.
Løtu seinni komu so boð úr Klaksvík, at Skála nú var aftanfyri við tveimum málum, meðan Hørdur Mohr enn eina ferð royndi seg við skotið uttanfyri brotsteigin, sum fór í mál. Tað var eftir horna.
Nú var ongin ivi. AB er flutt upp og merktist á áskoðarunum, sum høvdu leitað sær inn í Vika hendan leygardagin.
Leivur Holm Joensen setti punkt­um við sínum næsta málið eftir horna­sparksinnlegg, meðan Skála mink­aði um munin í Klaksvík.
Tað endaði sostatt við 4-1 sigri til AB, meðan Skála tapti 2-1. Tað ger, at AB hevur fýra stig fleiri enn Skála nú bara eitt umfar er eftir.

AB klárt til Effofótbólt
AB flutti fyri fyrstu ferð upp í bestu deildina í 2006. Tá megnaði felagið ikki yvirliva fyrsta árið. Í 2008 gekk leiðin aftur upp í bestu deildina og hesa ferð megnaði felagið at verða uppi í eitt ár. Nú er spurningurin um AB hesa ferð klárar at bíta seg fast í bestudeildina.
Ongin avtala er gjørdi við venj­aran, Sámal Erik Hentze, men á Argjum fegnast tey um avriki hjá honum í ár.
– Nú hava vit havt Sámal Erik sum venjara í tvey ár og tað sæst at hann hevur eina ætlan í spæl­inum, men vit hava ikki gjørt eina avtalu fyri komandi ár enn, sig­ur for­mað­urin hjá AB, Andrass Drangastein.
Á Argjum hava tey ikki planlagt so nógv til komandi ár, men tað ar­beiði ferð av álvara í gongd nú.
– Í fjør mistu vit uppflytingina á seinasta leikdegnum, so í ár hava vit ikki planlagt so langt fram. Vit hava okkurt í stoypiskeiðini, men nú fara vit av álvara í gongd, sigur Andrass Drangastein, sum eisini metir, at felagið nú er klárt at bíta seg fast í bestu deildina.

Flott Skála
Skála er nokk tað liðið, sum hevur tikið flest fólk av bóli í ár. Felagið kom eitt sindur illa frá byrjan, men síðani spældi felagið yvir tjúgu dystir uttan at tapa. Tað endaði við, at Skála yvirhálaði AB á øðrum plássi.
Men á Argjum vóru argjamenn sterkari enn skálamenn og tóku aft­ur annað plássið. Leygardagin kom so endaliga staðfesting, at ævin­týrið á Skála ikki fær tann endan, sum eitt ævintýr eigur at hava.
Hóast Skála ikki flytir upp, so hava teir vunnið nógv fótbólts­hjørtu kring landið. Hugagóðir hava teir stríðst uttan tað nógva av pen­ingi og við einum bara 22 ára goml­um venjara tað mesta av kapp­ingar­ár­inum. Hann er júst blivin 23 ár.
Tað gekk ikki, men Skála hevur prógvað, at eitt lið kann koma langt við góðum hugburði.

Alt avgreitt
Undan seinasta umfarinum eru trý tey fremstu og tvey tey niðastu pláss­ini avgreidd. 07 Vestur flytir upp sum vinnari av 1.deild. AB fylg­ir teimum upp í Effodeildina. Skála fær bronsu heiðursmerki um hálsin.
Í botninum er eisini greitt, at B68 og NSÍ ikki verða at síggja í 1. deild komandi ár. Tað verður B36 hin­vegin, sum hevur tryggjað sær antin fyrsta ella annað pláss í 2.deild.