Fótbóltur
Tvørámenn hava fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina fingið fulla úrtøku. Og avrikið sunnudagin boðaði frá, at eingin nýtist at vera kløkkur, um TB fleiri ferðir afturat fer at gera av við mótstøðuliðini, sum vitja á Sevmýri.
Hagtølini á heimavølli higartil geva greiða ábending um, hvør stóra TB styrkin er.
Predrag Markovic tykist vera sannur brandur millum stólparnar, og teir fýra í aftasta røð - Zivkovic, Aca, Óli og Jon ? vita, hvat tað snýr seg um. Teir hava royndirnar, teir hava bóltførleikan, og teir eru tilvitaðir um, hvussu liðið skal stýrast.
Higartil hevur tað eydnast serliga væl á heimavølli. B36, sum nú er oddalið, fekk einki mál ímóti teimum, og sunnudagin fóru teir í EB/Streymi norður aftur við ongum. Teir fingu einki stig, teir fingu einki mál, og tað var um at gera, at teir høvdu nakra rættuliga roynd móti málinum hjá TB.
Fyrstu løtuna tóktist tað sum um, at gestirnir hesa ferð vóru grammari, enn B36 gestirnir vóru fyri fjúrtan døgum síðani. Sonni og Sorin vóru skjótir, meðan tað tóktist meiri torført hjá teimum á miðvøllinum at varðveita bóltin millum sín, so tað ikki skuldi vera so stressað.
Hans Pauli Samuelsen hevði skotroynd dygst framvið, og í øðrum førum var tað ikki so langt frá, at opnir møguleikar spurdist burturúr, tá ið støðan framvegis var 0-0.
TB venjarin tykist hava gott á sínum monnum, og teir eru ógvuliga tilvitaðir um konseptið. Tá ið mótstøðumenninir hava bóltin, eru teir skjótir at leggja seg aftur, og tað er stutt millum menninar og keturnar, og tá ið TB hevur bóltin, royna teir at varðveita sum longst.
Avgerðin
Hjá TB var tað dyggur smeitur, tá ið miðvallarin Daniel Nyarko noyddist av vøllinum, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Men dygst undan steðginum fingu teir málið, sum vísti seg at hava avgerandi týdning.
Óli Johannesen, sum tykist vera ógvuliga væl fyri í ár, skoraði, eftir deyðbóltsstøðu. Olivur Abrahamsen taklaði eftir aftur og fram í brotsteiginum bóltin til landsliðsmannin, sum smekkaði til. TB var frammanfyri 1-0, og tað var stórur munur á sinniligu støðuni, tá ið liðini leitaðu sær í TB húsið.
Eftir steðgin bóru EB/Streyma menninir seg ikki serliga snilt at. Frá fyrstu løtu løgdu teir fýra menn fram í fremstu røð. Harvið varð tað tunnt í verjuni og eisini á miðvøllinum, og hetta legði upp til tað, sum TB heldur seg hava best tak á.
Intensiteturin hvarv, tá ið seinna umfarið var eitt korter gamalt. TB vann bóltin, tá ið EB/Streymur var á veg fram. Miðvallarin Einar Petesen legði inn um verjuna, har miðvallarin í vinstru, Olivur Abrahamsen, gjørdist leysur innanfyri verjuna, vann kapprenningina við verjuspælararnar og setti eitt sindur inni í brotsteignum framvið Gunnari á Steig.
Fimm minuttir seinni var TB aftur upp á spæl, og aftur var tað Olivur Abrahamsen, sum var málskjútti. Í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum legði álopsspælarin Emmanuel Larby út frá til Olivur Abrahamsen, sum sneiddi framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann setti bóltin í mótstøðumálið.
EB/Streymur fall fullkomuliga saman, eftir at heimaliðið hevði skorað til 2-0 og 3-0. Olivur Abrahamsen hevði møguleikar at gera hattrikk, og Emmanuel Larby hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, sum væl kundi havt verið í tennistølunum 6-0.
Men tað kundi ikki taka sigursrúsin frá TB viðhaldsfólkunum, tá ið tey fóru av Sevmýri. Tey høvdu enn eina ferð verið vitni til, at TB í ár eigur knasandi trygga verju, og at teir hava venjara, sum megnar sera væl at fáa alt tað burturúr spælarunum, sum tað ber til.
Teir á felagsliðnum EB/Streymi ásannaðu, at hetta mundi vera eitt tað ússaligasta, sum teir hava víst ella rættari sagt ikki víst, síðani teir komu aftur í bestu deildina.