Á middegi mikudagin sást roykur koma úr eini húsatekju í Vági. Klokkan var júst 12, tá eldur eisini sást koma upp gjøgnum tekjuna. Fáar minuttir seinni var sløkkilið á staðnum og sera nógvur og tjúkkur roykur sást, meðan sløkkiarbeiðið fór fram. Alt brann innan úr húsunum. Eitt eldri par búði í húsunum, men tey sluppu bæði út í øllum góðum. Tað sigst, at orsøkin til eldsbrunan var ein grýta við feitti, ið stóð komfýrinum.Vandi var ongantíð fyri grannahúsunum, hóast fleiri hús eru rundanum húsini, ið brunnu.