- Tað eru fleiri føroyskir byggiharrar, ið nýta donsku ella íslendsku lóggávuna ella leita sær serkøna hjálp, tá teir fara undir at byggja. Men eg havi eisini hoyrt søgur um, at summir bert byggja skjótt og bíligt, og at teir tí ikki hugsa so nógv um, hvørt tað verður liviligt inni í húsunum fyri larmi. Tað sigur Hallur Johannessen, sum er akustikari ella ljóðverkfrøðingur, og sum livir av at ráðgeva um ljóð og ljóðdemping.
Ljóð kelda til strongd
Sum heild eru fólk lítið tilvitað um ljóð og akustik, tá tey skulu byggja ella umvæla sær húsini. Av tí sama eru fleiri dømi um, at tá húsini eru liðug og gerandisdagurin byrjar, so er ikki inniverandi fyri larmi.
Støðugt sjóð, ekkó ella djúpir tónar, ið skera ígjøgnum, eru alt keldur til irritatión, møði og strongd hjá teimum, ið dagliga skulu virka og vera í ganginum.
Hetta veit Hallur Johannesen úr Havn alt um. Dagliga ráðgevur hann arkitektum og byggiharrum innan bygging og ljóð. Men sjálvt um hann veit alt um ljóð, so er tað honum ómøguligt at koma við generellum ráðum um, hvussu tað slepst undan óynsktum larmi.
-Tað ber ikki til at gera ein fasit-lista yvir, hvussu tú kanst sleppa undan ringum akustikki. Tað eru nevniliga óendaliga nógv ting, ið hava ávirkan á hvussu ljóðið verður. Men tilfarið og innrættingin spæla ein stóran leiklut, greiðir hann frá.
Dempað ella ikki dempað
Hallur skilir ímillum tveir pólar. ”Dempað rúm”, ið eru rúm, har nógvar flatur eru, ið kunnu absorbera ljóðið. Teppi, stórar, bleytar sofur, stórar gardinur, bókareolir og annað, sum er inni, hjálpir til at minka um larmin. Harafturat ber til at nýa serligt ljóðminkandi tilfar at byggja við, sum eisini gera rúmið dempað.
Hin pólurin er ”ikki dempað rúm”. Hetta eru rúm, har ljóðið ikki verður absorberað, men verður hangandi í rúminum leingi, og tí kann elva til strong og møði. Her eru harðar og stórar flatur, so sum berir veggir, stór vindeygu, hurðar og tílíkt, ið ikki absorbera ljóðið.
Munurin er, at øll ljóð so sum prát, skramlan av stólum, gangur frá sjón- og útvarpinum larmar meiri í einum ikki dempaðum rúmið, tí ljóðið verður hangandi so leingi. Tað ger tað stræðvið at vera inni, og tunghoyrd og eldri fólk hava ofta hava trupuleikar av at hoyra, hvat verður sagt, tí ljóðið loypur saman, so orðini gerast óskillig.
Men tað er jú neyðugt við veggjum, vindeygum og hurðum, tá tú byggir. Spurningurin er tí, hvørjum tilfarið hesi neyðugu tingini eru úr, og hvussu tú innrættar húsini.
Minimalistiskt ella liviligt?
Hallur sigur, at innrættingin hevur nógv at siga. Alt, sum er inni, hevur ávirkan á ljóðið. Hevur tú tí ein trupulleika við ljóði, so er tað helst lættasta loysnin at leggja eitt teppi á gólvi ella at fáa fleiri bleytar møblar inn.
Men tað finst eisini ljóðminkandi tilfar, ið veggir og loft kunnu klæðast við, um tú ikki ynskir at fylla tær húsini við teppum, møblum og bókum.
- Men tað er ikki bert tað, ið er inni, ið ávirkar. Hvussu rúmini eru skapað, spælir eisini inn. Stór rúm, har stova og køkur ganga út í eitt, og einki er, sum brýtur ljóðið av, hava ofta nógvan larm, vísir Hallur á.
- Og í húsum, har tað er opið uppundir tróðrið er vandin fyri larmi somuleiðis størri, tí høg rúm larma generelt meiri enn lág rúm.
So ynskir tú ein minimalistiskan stíl við stórum opnum rúmum, fáum møblum, stórum veindeygum og berum veggjum –ja so er kanska ikki so nógv at gera. Av og á mást tú ganga uppá kompromis. Ynskir tú ein minimalistiskan stíl –ja, so er ein náttúrlig avleiðing ofta, at tað verður gangur inni.
Hallur vísir á, at júst hesin spurningurin ofta ger tað torført hjá arkitektum og akustikarum at semjast. Arkitektarnir ynskja at skapa ein beran stíl, sum víst er flottur –men har verður bara ikki liviligt inni.
- Tað er tó ógvuliga ymsikt hvussu sárbær fólk eru fyri ljóði. Summi leggja einki í, um tað ekkóar ella sjóðar, meðan onnur als ikki tola tað, greiður Hallur frá.
Lóggeva seg frá strongdini
Í grannalondunum eru tey greið yvir, at ljóð hevur stóra ávirkan á flestu fólk, og tí er tað tikið við í bygningslóggávuna. Í Danmark skulu ávís krøv um ljóðviðurskifti verða hildin, tá bygt verður. Verður lóggávan ikki fylgd, skal tað bøtast beinanvegin fyri at minka um larmin, og harafturat verða bøtur lætnar til tann, ið ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.
Her er tað, at Hallur kemur inn í myndina. Sum akustikari er tað nevniliga hansara arbeiði at ráðgeva arkitektum og byggifrøðingum um, hvussu teir á skilabestan hátt kunnu tryggja forsvarlig ljóðviðurskifti. Bæði tá teir byggja nýtt, men eisini tá teir umvæla.
- Til dømis senda teir okkum tekningar av húsunum og eina fráðgreiðing um hvat tilfar teir ætla at nýta. Sìðani rokna vit út, um ætlaninar fara at lúka lógarkrøvini um larm. Um vit síggja, at tað ikki fer at lata seg gera, skjóta vit aðrar loysnir upp, til dømis við at skifta okkurt tilfar um við okkurt annað, ella við at broyta tekningina eitt vet, greiðir Hallur Johannessen frá.
Um talan er um bygningar, ið skulu umvælast, so ger Hallur neyvar ljóðkanningar í bygninginum og ráðgevur so út frá tí hann finnur fram til.
-Tað eru krøv til ljóðviðurskifti í íbúðarblokkum, men eisini til dømis í kontórbygningum, skúlum og barnagørðum, vísir Hallur á. Krøvini umfata bæði gang inni í bygningunum sjálvum, men eisini hvussu væl larmur uttanífrá hoyrist inn.
Krøvini eru tó ymisk til ymsu endamálini. Summi krøv snúgva seg um larm inni í bygninginum, meðan onnur snúgva seg um ljóðisolatión ímillum íbúðir og um óljóð uttanífrá.
Ì eini skúlastovu skal dentur leggjast á, at lærarin skal hoyrast væl, og tí skal vanlig tala framhevjast. Ì eini opnari, stórari skrivstovu, har fleiri sita í sama rúmi og arbeiða, verður tað harafturímóti skjótt óúthaldiligt, um øll skulu hoyra hvønn annan klárt og týðiliga.
Í íbúðarblokkum skal tað ikki hoyrast betri enn eitt vist ímillum íbúðirnar, og larmur frá trafikki og frá ídnaðarøkkjum tætt við skal ikki hoyrast inn.
Krevjandi uppgávur
Men hóast Hallur veit alt um ljóð, so eru øll ikki altíð so fegin um hansara ráð. Til dømis tá gamlir bygningar skulu setast í stand, og arktitekturin vil varðveita gamla sniðið og nýta sama gamla tilfar at umvæla við.
Ella tá innrætningsarkitetkar boykotta hansara tilmæli, tí tað ikki fer at hóska við stílinum, ið skal vera inni.
- Vit eru ein ráðgevingarfyritøka viðvíkjandi ljóði, og okkara uppgáva er ikki at hugsa um útsjóndina og fáa tað pent, men at gera tað inniverandi. Vit tosa tó væl við arkitektarnar, so at vit saman við arkitektinum velja tilfar, ið hóskar til hansara ætlanir. Tað ber til at finna diskretar loysnir, men tað fer sum oftast at síggjast eitt sindur til tað - til dømis um loftið er gjørt av gipsplátum við holum í, ella um loftið er lækkað og hongt á skinnarar, greiðir Hallur frá.
Hann leggur tó afturat, at tað eisini finnast loysnir, ið ikki síggjast, men hesar eru oftast tær dýrastu.
Í Danmark fær Hallur tó altíð seinasta orðið, tí arkitektarnir og byggiharrarnir mugu boyggja seg fyri lóggávuni.
Í Føroyum er støðan ein onnur. Ofta verða ljóðserfrøðingar als ikki tiknir við uppá ráð, tí einki krav er um tað. Tað ger, at teir av og á verða bidnir um at koma afturumaftur og gera lappaloysnir, fyri at bøta sum frægast um ljóðtrupulleikan.
- Sum oftast er tað loftið, ið man tá ger nakað við, tí tað er ein stór flata, ið er relativt løtt at arbeiða við. Men tað merkir ofta, at stórur partur av el-arbeiðnum við spottum og flottum lampum má gerast av nýggum. Og tað kostar.
Skal man undir størri bygging viðmælir Hallur tí, at fáa ljóðkøn fólk við frá byrjan, so tað slepst undan at gera dupultarbeiði. Tá verður tilfarið og konsturktiónin lagað eftir ætlanunum, so gangurin inni ikki gerst óúthaldiligur, og óljóð uttanfyri ikki órógva inni, tá húsini ella bygningurin eru liðug.
Arkitektteknað hús
Hallur heldur ikki, at ljóðtrupulleikarnir eru stórir í vanligum føroyskum sethúsum. Men seinastu tíðina hevur tað vundið alt meiri uppá seg at tekna síni egnu hús ella at byggja arkitektteknað hús. Og nú byrjar akustiktrupulleikin at gera um seg.
- Arkitektar hava eitt lítið sindur um akustik í útbúgvingini, men tað er ógvuliga minimalt, og tað er helst ikki tað fyrsta, teir hugsa um, tá teir tekna eini hús. Flestu arkitektar eru tó so mikið at sær komnir, at teir seta seg í samband við ljóðkøn fólk, tá teir sjálvir eru í iva. Men tað er kanska serliga, tá talan er um størri bygging, so sum skúlar og aðrar stórar bygningar, vísir Hallur á.
Hansara besta ráð er tí, at um fólk byggja sær stór hús og fáa ein arkitekt at tekna tey, so er kanska eisini vert at gjalda tað, tað kostar at fáa akustikkin í lagi.
Tí hvør vil hava eini hús, har tað ikki er liviligt?
-----------
Hallur Johannessen:
- Hallur Johannessen úr Havn hevur valt sær ljóð sum lívsstarv.
- Í apríl í fjør varð hann útlærdur elektroverkfrøðingur við ljóði sum sergrein.
- Hann starvast nú sum ráðgevi hjá donsku fyritøkuni ”Gade & Mortensen Akustik” í Keypmannahavn.
- Uppgávurnar spenna víða: alt frá at gera kanningar av, um ein ætlaður vegur fer at lúka ljóðlógina mótvegis tættastu grannunum -til at ráðgeva um byggiætlanir -til at fylgja limum í operaorkestrum, fyri at tryggja, at teir ikki eru útsettir fyri meiri larm, enn ásetta hámarki
---------
Góð ráð um bygging og akustik:
- Í Føroyum er eingin lóg, ið ásetur hvussu nógvur gangur skal vera loyvdur, og tí er heldur einki krav um, at tey, ið byggja ella tekna tíni hús, skulu hugsa um akustik. Tak tí sjálv/ur um endan og tryggja tær, at tað fer at verða liviligt inni við at fáa serkøn fólk upp í leikin.
- Hugsa um ljóðið beinanvegin –ofta hugsa fólk ikki um ljóðtrupulleikar, fyrr enn tað er ov seint.
- Nýtir tú nógvan pening til eini arkitektteknað hús, er kanska eisini vert at nýta pening til akustikaran.
- Alt, sum tú hevur inni, hevur ávirkan á ljóðið. Tað er kanska ein av orsøkunum til, at proppfulla húsið hjá ommuni ikki ekkóar líka illa sum eini nýggj hús við minimalistiskum stíli, stórum, opnum rúmum og stórum vindeygum.
- Vánaligur akustikkur kann gera tað strævið at vera inni og elva til høvuðpínu, strongd og órógv.
- Skal rúmið dempast, er tað ofta loftið, ið verður viðgjørt.
- Hóast ein loysn hevur riggað væl hjá grannanum, er als ikki vist, at tað fer at rigga hjá tær, tí tað eru so nógv ting, ið spæla inn, tá um ljóð ræður. Set teg í samband við ein ljóðkønan, áðrenn tú kastar teg út í at ”apa eftir grannanum”