Tað er vorðið alsamt meiri vanligt í Føroyum at tosa opið um moral. Moralur er – eitt sindur einfaldað – atburðsregulering. Ofta tosa vit um rætt og rangt, tá vit tosa um moral, men undir øllum umstøðum sigur moralur okkum hvat vit skulu gera og hvat vit ikki skulu gera. Moralur er so at siga ein óskrivað lóg – ein lóg, ið er galdandi, uttan at hon er niðurskrivað.
Í Føroyum hava vit enntá eitt rák, har summir politikarar ynskja at “umseta” moral til lógir, t.d. við at banna samkyndum parlagi, seta pornofiltur á føroyskt Internet – ella øvut at forða fyri diskriminatión av samkyndum ella loyva føroyskum bryggjaríum at bryggja sterkt.
Her skal ikki takast støðu til hvørt konservativur, liberalur ella kanska sosialistiskur moralur eru best ella verst. Her skal hinvegin vísast á, at tað er eitt alternativ til moral – nevniliga amoralur. At vera amoralskur er stutt sagt at vera líkaglaður og bara lata fólk gera sum tey gera. Hetta ljóðar í fyrstu syftu frálíkt, tí á hendan hátt verða allir borgarar frælsir at gera júst sum teimum lystir. Men tað er ikki heilt so einfalt.
Føroyski ognarmoralurin
Føroyingar eru rættiliga ekstremir, tá tað kemur til bústaðir. Verður samanborið við hini norðurlondini, eru Føroyar klárt á odda, tá tað kemur til fólk, ið búgva í sínum egnu húsum. Sethús eru framvegis vanligasti bústaðarhátturin, men sjálvt tey, ið velja íbúðir framum, ynskja helst at keypa sær ognaríbúðir heldur enn at leiga. Hetta hevur sjálvandi nakað við vánaliga leigu- og lutamarknaðin í Føroyum at gera, men umvent so hevur vánaligi leigu- og lutamarknaðurin í Føroyum eisini nakað at gera við vantandi eftirspurning av leigu- og lutabústøðum.
Man kann siga, at nógvir føroyingar hava ein “ognarmoral” – ein moral um at tað er rættari at eiga enn t.d. at leiga. Atburðurin “at eiga” er sera dominerandi, og tað hevur bæði nakað við tryggleika, uppsparing og sosialan kontinuitet at gera. Tað er trygt at vita, at man ikki kann verða blakaður út, um útleigarin knappliga vil brúka bústaðin til okkurt annað. Tað er eisini trygt at vita hvussu tekniski standurin á bústaðnum er, og at man sjálvur kann gera nakað við tað, skuldi okkurt gingið fyri. At eiga sín bústað er eisini ein relativt stabil uppsparing í realum virðum, ið ikki uttan víðari fúka upp í globala jetstreymin, um ein fíggjaróðn skuldi rikið framvið. Ognarbústaðir skapa eisini ein sosialan kontinuitet, tí at fólk búgva longri á sama staði og fáa tí møguleika at knýta tættari bond við lokalsamfelagið. Lokalsamfelagið verður ment av hesum, eins og einstaklingarnir fáa eina tryggari tilveru.
Ognarleysir húseigarar – eitt óhugnaligt paradoks
Tað skal ikki avvísast, at “ognarmoralurin” hevur nógvar samfelagsgagnligar síður. Trupulleikin er, at hjá nógvum ognarum er hetta vorðið ein illusión – ein brostin dreymur – heldur enn ein veruleiki. Nær kann man sigast at eiga sín bústað? Um man hevur niðurgoldið síni lán, so er eingin ivi um, at tú ert ognari. Men um tú júst hevur keypt ein bústað, men enn ikki hevur goldið serliga nógv niður – kanska tí tú hevur valt eina skipan við avdráttarskáa – ert tú so at meta sum ognari? Um stutta tíð verður kanska vanligt við 40 ella 50 ára niðurgjaldstíð, soleiðis at fólk í realitetinum ongantíð koma upp á turt, men í besta føri fara á pensjón við einari ikki alt ov høgari rentubyrðu. Lesur man útlensk bløð og kjaktorg um húsafíggingarkreppuna, sæst, at fólk so smátt farin at tosa um 100 ára niðurgjaldstíð!
Í prinsippinum hevur tú tá øll rættindi, ið ognarin hevur – so leingi tú væl at merkja megnar at svara hvørjum sítt. Men í praksis ert tú einki annað enn ein forvaltari av húsunum vegna tann, ið hevur lænt tær pengarnar til bústaðin. Tað er í síðsta enda lánsveitarin, ið eigur húsini, og hetta verður realiserað gjøgnum innloysing av pantinum tann dagin tú sum lánskeypari ikki kanst liva upp til sáttmálan við lánsveitaran. Gaman í vilja bankar ofta hjálpa tær við t.d. at leingja fíggingaráramálið. Men tað vilja koma tíðir, tá bankarnir ikki kunnu hjálpa tí illa stadda “ognaranum”. Slíkar tíðir eru í dag, og stava tær frá amerikonsku “sub-prime kreppuni”, har hundraðtúsundtals familjur eru riknar frá húsi og heimi, tí tær av neyð hava fingið sær “sub-prime húsalán”, ið eru lán við vánaligum treytum – m.a. hægri rentu yvir langt sikt. Tað syrgiliga er júst, at tað eru tey við vánaligastum kredittvirði, ið fáa sær hesi lánini.
Tað er ómetaliga synd í hesum fólkum – eingin ivi um tað. Umvent kann man eisini taka eina meiri kyniska støðu og siga, at tey sjálvi hava skyldina í at tey hava lænt seg uppum bæði skorstein og flaggknapp. Hesir neyðars amerikanarar, ið ikki hava hugsað seg nóg væl um. Hesi neyðars fólk, ið hava sæð burtur frá tí common sense búskaparmorali, ið krevur at man setur “tering eftir nering”, eru kanska í veruleikanum ómoralsk fólk, ið fyri at røkja sítt egna ego hava sett bæði seg sjálvi og globala fíggjarkervið í eina sera ringa støðu.
Amoralskir bankaráðgevar
Tað er neyvan heilt skeivt at lasta einstaklingarnar fyri vantandi moralskt støðufesti. Tað er heldur ikki skeivt at lasta vanlig fólk fyri at keypa sær hús í Havn fyri millum 2 og 3 miljónir krónur. Tað er ómoralskt at seta seg í eina stóra skuld, um hetta ikki samsvarar við hvat ein kann gjalda aftur. Man skal jú ikki gloyma, at um man keypir eini hús fyri 2½ miljón, so vil longdin á láninum ofta vera 30 ár – í praksis meiri, um man sleppur at umfíggja hjá øðrum fíggingarstovnum. Langa afturgjaldstíðin gevur eina risastóra rentubyrðu, ið ger, at endaligi prísurin á húsinum vil vera tann tvífaldi av tí áljóðandi prísinum – ella meiri. Og um fólk ikki megna at gjalda avdráttirnar niður, men einans megna at gjalda renturnar, so er talan í veruleikanum um, at fólk leiga frá bankunum. Renta verður bert ein nýggjur formur fyri leigugjald.
Uppaftur verri er tað, tá rentan fer upp, t.d. til tað tvífalda. Tá vil mánaðarliga rentan/leigan sjálvandi eisini tvífaldast – um man væl at merkja ikki fær onkra lagaligari umfígging.
Men kann man lasta naivu húskini fyri at hava sett seg fyri hús, ið tey ikki hava ráð til? Ella eiga vit at venda kikaran móti teimum, ið hava selt húskjunum lánini? Eru bankarnir heilt ósekir hesum viðvíkjandi?
Mín meting er, at hóast skuldarbundnu húskini standa sum teir primeru moralloysingarnir – forførdir av einum órealistiskum dreymi um eini risahús við garasjum og samtalukøki á fínastu adressuni í býnum – so eiga bankarnir eisini at fáa av grovfílini. Tað eru hóast alt bankarnir, ið hava serfrøðina at meta um fíggjarkorini hjá húskjunum. Við hesi serfrøði fylgir eisini ein moralsk ábyrgd um at avtakarin av lánsveitingini eisini skal hava eitt sømiligt lív – t.v.s. nøktandi tøkupening eftir fastar útreiðslur. Eftir øllum at døma hava allir bankaráðgevar ikki fylgt hesi moralsku ábyrgd. Eftir øllum at døma hevur tað talt meiri at kvinkað partabrævskursirnar uppeftir og at skava so nógvan bonus sum gjørligt til seg sjálvan.
Tað skaðiliga er, at bankarnir hava ein dupultleiklut. Teir skulu partvíst skava sum mest av peningi inn, samstundis sum teir skulu tryggja, at fólk ikki lána ov nógv. Hetta er eyðýniliga ein mótsøgn, ið krevur ein fantastiskan, moralskan standard. Men hvussu skal man kunnu liva upp til hendan standard, um man er í kapping við aðrar bankar um at levera eitt nøktandi vinningsbýti upp á stutt sikt? Tað er neyvan nakað at siga til, at bankarnir eru tvingaðir til at fáa pengarnar at renna so skjótt sum gjørligt. At hetta so merkir, at húsarhaldini skulu renna skjótari, er so tann moralskt ivasama baksíðan av medaljuni. At summi húsarhald skulu renna so sjótt, at tey bróta seg sundur – tað er enntá beinleiðis moralskt forkastiligt.
Í Føroyum eru vit neyvan komin so langt enn, men í USA registrera tey longu nú fleiri hjúnaskilnaðir og sjálvmorð í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni.
Neyðugt at regulera bústaðarmarknaðin
Trupulleikin er ikki bert einstaklingarligur, men bygnaðarligur. Skulu fólk bara nær námind liva upp til dreymin um egnan ognarbústað; skulu fólk kunna fylgja sínum ognarmorali, so mugu tey laga seg til bygnaðin á bústaðarmarknaðinum. Alternativið er, at tey vraka sínar dreymar og liva eitt lív, ið ikki livir upp til teirra egna moralsku fatan um rætt ella skeivt. Tað er ikki løgið, at fólk í staðin lata seg draga móti fíggjarligu vandaskerunum.
Skulu vit fáa ein meiri menniskjaligan bústaðarmarknað, so má regulering til. Tað má tryggjast, at fólk ikki koma seg í fíggjarligt óføri – eisini tí at hetta kann hótta samfelagsbúskapin. Umframt hetta eigur tað at tryggjast, at bústaðarmarknaðurin í størri mun verður ein keyparans marknaður, soleiðis at vit ikki aftur skulu uppliva ein eftirspurningsriknan uppgangandi prísspiral, ið hevur gjørt dreymin um egnan bústað til eina marru fyri fólk í USA – men eisini í minni mun í pørtum av føroyska samfelagnum.
Best hevði verið, um húsarhald og einstaklingar megnaðu at liva upp til sínar egnu moralsku standardir. Men tá tað kemur til bústaðarmarknaðin eiga vit at spyrja okkum, um vit ikki eiga at styrkja hendan moralin við lóg, soleiðis at tað verður ólógligt at lokka fólk í fíggjarligt óføri. Man kann illa ímynda sær, at bankarnir fara at stramma moralin upp, tá teir standa í kapping við aðrar bankar.