Húsagangurin var á gáttini hjá B36

(Rás2) Hoyr fótbóltspanelið, har Jákup Mørk, høvundur og fyrrverandi ítróttarredaktørur var gestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var partur av SportBoxini á Rás2 seinnapartin.

 

Tróndur Arge hevði Jákup Mørk, høvund og fyrrverandi itróttarredaktør í Miðlahúsinum á gátt til eitt longri prát.

 

Fyri stuttum gav B36 út bókina "Her er tað stuttligt", ið Jákup Mørk hevur skrivað saman við Hannisi Egholm. Fyrsti parturin av prátinum snúði seg um bókina.

 

Í prátinum annars var nomið við fótbóltsspælarayrkisleiðina hjá Jákupi Mørk. Eisini var prátað um tíðina Jákup Mørk var ítrótttarskrivari og ítróttarredaktørur hjá Miðlahúsinum. 

 

Eisini var nomið við tíðarskeiðið har Jákup Mørk sat í nevndini hjá B36. Jákup Mørk staðfestir, at seinast í nullunum stóð illa til hjá B36 fíggjarliga, og tað var ikki meir enn, at felagið reið stormin av fíggjarliga. Jákup Mørk greiðir frá, at eftir nýggju "Financiel Fair Play" reglunum hevði B36 ikki yvirliva eina niðurflyting til lægri deild.

 

Jákup Mørk setti eisini orð á hvønn leiklut FSF eigur at hava í føroyskum fótbólti. 

 

Ímóti endanum metti Jákup Mørk eisini um 9. umfar, ið verður sunnudagin. Allir dystirnir verða leiktir klokkan 15 sunnudagin:

 

KÍ-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)

NSÍ-B36 (Rás2 sigur frá dystinum)

HB-AB 

Suðringar-EB/Streymur

Skála-07 Vestur