Hýsan heldur betri prís

Prísurin á hýsu gjørdi eitt kvink uppeftir á Fiskamarknaðinum í dag. Nøgdin var ikki stór, eini 10 tons, sum vóru frá einum trolbáti, ið hevði roynt norðanfyri. Tað mesta var hýsa II og III, sum fóru fyri ávikavist 9,17 og 8,32 krónur í meðal fyri kilo.

Av toski vóru eisini eini 10 tons. Meginparturin var stødd III, sum fekk meðalprísin 12,37 krónur.

Prísurin á toskarognum var eitt vet frægari enn í síðstu viku. Í dag fóru tey fyri 6,60 krónur fyri kilo. Upsarognini fóru fyri tríggjar krónur.

Tilsamans seldi uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum góð 22 tons í dag fyri 230.000 krónur.