- Húsið kundi verið tað mentanarhús, vestmenningar ikki eiga

Tað sigur Heiðrik á Heygum, nú Heyganeshúsini á havnaøkinum í Vestmanna skulu beinast burtur. Hann hevur gjørt tekningar av húsunum og lutum úr teimum, sum tey sóu út í síni bestu tíð

Nú Heyganeshúsini í næstum skulu beinast burtur, hevur Heiðrik á Heygum verið og hugt at húsunum og tosað við eldri fólk í bygdini, fyri at fáa eina mynd av, hvussu húsini sóu út fyrr. Endamálið er at lýsa húsini, sum tey sóu út, tá tey vóru bygd í 1896. Eisini hevur hann verið í samband við fólk, sum framvegis eiga gamlar lutir úr húsunum.

Fornfrøðingur staðfestir aðrastaðni á hesi síðu, at Heyganeshúsini sum so hava lítið og einki søguligt virði, tí skulu tey setast í upprunastand, er talan um eina "rekonstruktión". Og tað er ikki so mikið áhugavert hjá Fornminnisavni Føroya, at savnið vil hava húsini friðað.

Men fyri tað kunnu húsini, verða tey sett í upprunastand, vera við til at geva Vestmanna bygd sín serliga dám, og vera eitt minni um eina farna tíð í bygdini.

Heiðrikur á Heygum, sum hevur teknað húsini, sum tey sóu út, metir, at eitt uppskot hevði verið at flutt húsini á annað stað í bygdini, og síðan farið í holt við at umvæla tey.

- Spell er, um hetta prýðiliga hús skal fáa banastingin. Mín vón er,at fólk við hesum tekningum kunnu fáa eina fatan av, hvussu Heyganeshúsið hevur sæð út. Varð húsið endurreist, hevði tað verið ein góður karmur um mentanarlívið, til dømis sum mentanarhús ella fornminnissavn, sigur Heiðrikur á Heygum.

Heiðrikur á Heygum vísir á, at hóast húsið er í ringum standi, so eru framvegis nakrar prýðiligar útskeringar eftir á húsunum. Harumframt finnast nakrir lutir til skjals, sum kunnu siga, hvussu Heyganeshúsið sá út innan. Og út frá hesum ber til at umvæla húsini, so tey koma at síggja út, sum tey gjørdu fyri góðari øld síðan.