Óli Jacobsen
Pápi Símun og Onnu Sofíu var Johannes Fr. Johannesen f. 1843 á Skarði. Hann giftist við Elsu Frederikku Matras í Uppistovu í Fodlendi á Viðareiði. Hann festi garðin í 1876. Á Skarði vóru tvey hús, Har uppi Suðuri og Har Niðri, sum henda greinin snýr seg um.
Tey bæði fingu tvey børn, sum bæði saman við sínum makum komu at hava avgerandi týdning fyri føroysku háskúlarørsluna. Tey vóru:
Símun f. 1872. Hann var borin til festið. Men hann var so óheppin at missa annað beinið og fór tí á læraraskúla. Í 1905 fekk hann sær eftirnavnið av Skarði. Símun giftist í 1901 við Susannu Katrinu f. Jacobsen úr Havn. Hon var dóttir Jákup Jacobsen, vanliga kallaður Bøkjarin. Sanna gjørdist 100 ár. Umframt háskúlan er Símun fyrst og fremst kendur fyri at hava yrkt tjóðsangin, sum var yrktur í Føgrulíð. Lagið gjørdi Petur Alberg.
Anna Sophia f. 1876, giftist í 1904 við Rasmus Rasmussen úr Miðvági, vanliga róptur Rasmus á Háskúlanum.
Teirra børn vóru:
Ada f. 18.6 1905 í Føgrulíð, doyr um 1940
Elsa Johanna f. 16.6. 1910 á Skarði, doyði í 1927. Jarðað undir Svínaryggi.
Jóannes f. 1912, giftur í 1941 við Ingeborg Zachariassen, ættað av Kirkju.
Sjúrður f. 1914, doyði í 1938, jarðaður undir Svínaryggi
Ólavur f. 1916, giftur við Rigmor Restorff úr Havn.
Anna f. 1919, gift við Oskar Hermansen, ættaður úr Vestmanna.
Tískil doyðu trý av teirra seks børnum á ungum aldri. Tey doyðu øll av tuberklum.
Orsøkin til, at mamman, Elsa, eisini er jarðað í Havn er, at hon flutti við teimum til Havnar, tá ið Háskúlin flutti í 1909. Maðurin hevur helst verið deyður tá.
Tað liggja nøkur brøv eftir Elsu, sum hon hevur skrivað av Skarði til Onnu Sofíu. Eitt er til dømis skrivað 19.6. 1903. Tá hevur Anna Sofía í hvussu er verið burtur, kanska í Føgrulíð, tí mamman sendir henni okkurt, hon hevur brúk fyri.
Hon greiðir eisini, at Sofie Katrine nú er har norðuri at fáa borið torvið burtur, men hon skuldi bert vera í 14 dagar. Tey høvdu eisini tá havt vitjan av einum donskum manni, sum var komin av Viðoynni.
Hava sett stór spor eftir seg
Hesir báðir svágrarnir hava sett stór spor eftir seg í Føroyum, sum tað kunnu skrivast bøkur um. Hetta er eisini galdandi fyri Rasmus. Tað, sum kann skrivast í eini slíkari grein, er bert ein viðfáningur.
Rasmus var borin í 1871 til at vera bóndi við Kirkjar í Miðvági. Men hann segði garðin frá sær og valdi háskúlan.
Fyrsta háskúlaskeiðið var í 1899 /1900 í Klaksvík. Anna Sofía tók sær av húsarhaldinum. Hon tók sær aftur av húsarhaldinum fyrsta veturin í Føgrulíð. Hetta var ikki so lætt sum í Klaksvík, men hon fekk hjálp frá fleiri gentum. Anna Sofía fór tá aftur til Skarðs, og hon kom ikki aftur í Føgrulíð fyrr enn hon og Rasmus giftust í 1904. Anna Sofía doyði longu í 1932 eftir at hava verið sjúklig í fleiri ár.
Rasmus skrivaði fyrstu skúlabók á føroyskum
Rasmus var ein maður við sera nógvum evnum. Tað er kent, at hann skrivaði Føroya fyrstu skaldsøgu, Bábilstornið.
Hann hevur verið eitt flogvit á mongum økjum eisini innan roknikynstur.
Eitt dømi um tað er, at hann ólærdur skipaði fyri einum parti av útskiftingini av bønum í Kunoy, áðrenn nøkur matrikullóg varð til. Ofta kundu útskiftingar føra til klandur, men søgan sigur einki um tað í hesum førinum.
Hvussu evnaríkur Rasmus var, sæst eisini av, at hann í 1899 skrivaði eina lærubók í umfrøði ella geometri. Hana skrivaði hann á føroyskum, og hetta man helst vera fyrsta skúlabókin á føroyskum. Hon er hondskrivað og finst bert í einum eintaki. Hon telur 45 hondskrivaðar síður við teksti og frymlum.
Rasmus gjørdist í 1912 skrivari í Føroya Fiskimannafelag og hevði hann hetta starv fram til 1947. Saman við táverandi formanni, Símun Paula úr Konoy, fór FF í 1920 at geva út FF-blaðið, sum skjótt gjørdist eitt vikublað. Hetta var ikki smávegis avrik, tá ið hugsað verður um útgerðina, sum var tá. Henda blaðútgáva helt fram til 1927.
Í 1929 var Rasmus við á eini sendiferð til Spania at kanna fiskamarknaðin á hesum leiðum. Hann skrivaði tá eina áhugaverda dagbók, sum í 2002 varð prentað í táverandi FF-blaðnum saman við øðrum tilfari um Rasmus.
Louis Zachariassen skrivaði m.a. í 90-ára minningarritinum fyri háskúlan:
“Sum háskúlamaður og við síni skriving hevur Rasmus avrikað megnarverk. Starv hansara sum blaðstjóri av FF-blaðnum og skriving hansara í bløðunum var altíð borin av hugsjónum, sum vístu út yvir dagligan politikk. Fólksins menning á egnum menningarstøði lá honum fremst á hjartað, og hetta er samsvarandi tey sjónarmið, sum hin norðurlendski fólkaháskúlin bygdi á.
Í plantufrøði hevur Rasmus avrikað verk, sum vísindamenn roknað við. Umframt at hava skrivað greinir um slík evni í vísindaligum tíðarritum í útheiminum hevur Rasmus givið út bøkurnar “Føroya Flora” og “Plantulæra” á føroyskum. Tað er ikki smáverk, sum her er avrikað, og undrunarvert er tað, at ein maður við so ringum umstøðum, sum Rasmus hevur havt, kann hava lagt alt hetta skrivliga arbeiði úr hondum.
Føroya Fólkaháskúli hevur aldri fæ at bjóða lærarum sínum. Hetta var uttan iva atvoldin til, at Rasmus tók við starvinum sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag. Fyri felagið kom hetta skrivarastarv at fáa alstóran týdning. Eisini sum skrivstovumaður vísti Rasmus stór evni. Hann kom at vera tað fasta haldið í felagnum, tí misnøgd millum felagslimirnar førdi brátt til formansskifti, og stundum fór skifti fram á hvørjum ári. Hann helt fíggjarligt skil á felagnum, og tað hevur borið gjøgnum nógvar trupulleikar.”
Keldur: Gudrun Gaard
Ada í Líð
-------
Komandi partur
í komandi parti verður greitt frá um Johonnu Tominu Joensen úr Nólsoy, sum doyði 24 ára gomul í barsilssong og mannin Christian Joensen, sum gekk burtur nøkur ár seinni