Á smærru plássunum í Føroyum hevur ikki verið vanligt at steingja kjallarhurðina og at hava hjallin læstan. Men summastaðni kann tað gerast neyðugt.
Tað ásannar Jóngerð Ellingsgaard í Fuglafirði.
- Eg havi altíð havt álit á fólki, og tað kom mær ikki til hugs, at nakar kundi finna uppá at stjala frá mær. Nú eri eg nakað so vónsvikin, sigur hon.
Týsmorgunin komu hon og dóttirin eftir, at onkur hevði verið langt inni í kjallaranum og stolið.
Jóngerð Ellingsgaard skilir tað ikki, tí kjallarahurðin er trek, og hon hevur verið heima seinastu dagarnar.
Tær funnu eisini útav, at onkur hevur verið í hjallinum.
Aftaná hevur hon frætt frá øðrum í Fuglafirði, at tey eisini hava havt óbodnar gestir.
- Tað er syrgiligt, og eg haldi, at fólk, sum gera slíkt, treingja til okkurt slag av hjálp, sigur Jóngerð Ellingsgaard.