Hátíðarhald í Koltri í gjár

Í sambandi við, at arbeiðið at endurbyggja býlingin Heimi í Húsi í Koltri nú er liðugt, var í gjár hátíðarhald í Koltri, har umboð fyri grunnin hjá A. P. Møller, sum eitur »A.P.Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal« vóru hjástødd - eitt av hesum umboðum var elsta dóttir Mærsk Mc-Kinney Møller, Leise Mærsk Mc-Kinney Møller. Eisini vóru umboð fyri løgtingið, løgmaður, landsstýrismenninir í mentamálum og fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard og flestu býráðslimir í Tórshavnar Kommunu við Heðini Mortensen borgarstjóra á odda.

Tað er grunnurin hjá A. P. Møller, sum hevur fíggjað alla verkætlanini við at endurbyggja býlingin, og hevur arbeiðið kostað fimm milliónir krónur. Hesin býlingurin í Koltri er heilt serstakur, ikki bara í Føroyum, men í heila tikið, tí her hava vit ein gamlan bóndagarð varðveiddan við øllum teimum húsum, sum hoyrdu til ein slikan garð fyri nøkrum hundrað árum síðani.

Í Koltri vóru røður hildnar. Fyrstur var Bjørn Patursson, sum hevur verið festari, Gunnar Hoydal, sum er formaður í Koltursgrunninum, sum stendur fyri verkætlanini, og landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Í dag verður aftur hátíðarhald í oynni. Tá er opið fyri almenninginum frá klokkan 11. Silja Star fer at sigla í pendulfart frá Gomlu Rætt, og tey vænta nógv fólk í oynna.

Tá flest fólk búðu í Koltri, vóru tey upp ímóti 50 í tali, og búðu tey á fýra gørðum. Verandi festari hevur sagt festið frá sær, og enn er ikki greitt, hvussu verður í framtíðini.