Hótta við at drepa skiparan

Fáa teir somalisku sjórænararnir ikki loysigjald fyri skiparan á Maersk Alabama, eru teir til reiðar at gera av við hann Teir fýra sjórænararnir, sum hava Riuchard Phillips sum gísla, hótta við at beina fyri honum, fáa teir ikki pengar aftur fyri at lata hann leysan.

Tað skrivar tíðindeastovan AP frá einum somaliskum manni, sum sigur seg hava havt samband við sjórænararnar.

Maðurin sigur, at sjórænararnir ætla sær at sleppa til lands við amerikanska skiparanum.

Tíðliga í morgun royndi Richard Phillips at flýggja frá sjórænarunum. Hann leyp úr bátinum og svam yvir ímóti einum amerikonskum herskipi, sum liggur har, men sjórænararnir fingu hann aftur.