Hótta við at leggja allan fiskiflotan

- Fara politikararnir at pilka við sjómannafrádráttin og inntøkutrygdina hjá fiskimonnum fyri at minka hallið á fíggjarlógini, verður allur flotin lagdur við brestin, ávarar formaðurin í Fiskimannafelagnum

Tað er stórur vandi fyri verkfalli í øllum fiskiflotanum.

Tað staðfestir Jan Højgard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Nú samgongan arbeiðir undir hátrýsti fyri at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár til rættis, er boðað frá umfatandi inntrivum fyri at minka um hallið hjá landskassanum.

Í hesum sambandi hava politikararnir eisini nevnt møguleikan at avtaka ella skerja tann serliga skattalættan, sum sjómenn fáa og teir hava eisini nevnt, at tað kann verða neyðugt at pilka við minstulønina og aðra inntøkutrygd.

- Gera teir tað, spæla teir við eld, ávarar formaðurin í Fiskimannafelagnum.


Standa fast

Jan Højgaard sigur, at í nevndini í Fiskimannafelagnum hava tey tosað um hesi viðurskifti og har er semja um, at felagið fer ikki at lata tað um seg ganga, at inntøkuviðurskiftini hjá fiskimonnum verða skerd.

- Tí er tað alt, sum talar fyri, at verður pilka við okkara inntøkumøguleikar, verður flotin lagdur við brestin.

Hann sigur, at hetta er nevndin samd um, hóast endalig avgerð ikki er tikin.

Men í hansara hugaheimi er tað einasta, sum manglar, at nevndin tekur eina formliga avgerð um at leggja flotan og boðar frá avgerðini, tí semja er í nevndini um tað.

Og tað sigur hann, fer at henda nakað skjótt.

Sjálvur blunkar Jan Højgaard ikki við at leggja flotan, verður pilkað við sjómannafrádráttin og inntøkutrygdina.

- Alt annað vildi verið løgið, staðfestir hann.

Hann leggur afturat, at Fiskimannafelagið hevur fingið áheitan frá limunum um at standa fast í hesum máli og tí heldur hann, at felagið kann ikki slaka.


Landið á heysin

Jan Højgaard sigur, at arbeiðshugurin tikin frá fiskimonnum, so at teir rýma av skipunum, fer tað at koyra landið á heysin.

- Sum ábyrgdarfullir borgarar í hesum landi kunnu vit lata slíkt um okkum ganga.

- Vit hava bara sjógvin á at líta og verður skattafrádrátturin skerdur og inntøkutrygdin lækkað, ivist eg ikki í, at skipini missa manningarnar.

Jan Højgaard ivast ikki í, at hendir nakað við inntøkuviðurskiftunum, fara nógvir fiskimenn bara í onnur lond at sigla, ella bara fara teir í land, tí tað fer at loysa seg líka væl sum at sigla.

Hann vísir á, at prísirnir eru falnir so nógv, at hesi bæði seinastu árini er lønin hjá nógvum fiskimonnum farin niður í helvt.

- Eg havi sæð onkra uppgerð, har hýran fyri ein túr upp á eina góða viku, hevði verið 15 krónur um so var, at ongin inntøkutrygd var, og tað sigur seg sjálvt, at slíkt tímir ongin, tí tað er ikki fyri arbeiðshandskar, sigur Jan Højgaard.