Hóttan móti ólavsøkufinaluni

Undanumfar í UEFA Cup kappingini er á skránni sjálvan ólavsøkudag

steypafinalan

Skal finalan um Løgmanssteypið spælast á Ólavsøku, og skal hon spælast á grasvøllinum. Síðani Tórsvøllur gjørdist veruleiki, hevur hetta verið ein spurningur, sum aftur og aftur hevur verið havdur á lofti.
Eisini eftir finaluna í ár varð tosað um hetta. Víst varð á, at fótbóltsspælið ikki hevur verið serliga sannførandi, síðani finalan varð flutt til á Ólavsøku. Orsøkirnar hava verið mettar at vera tvær. Onnur hevur verið søgd at vera, at spælararnir ikki eru so vanir at spæla á grasi, og at fótbóltsspælið hevði verið væl betri, um spælt hevði verið á graslíkinum. Tað kundi finalan verið á Ólavsøku fyri.
Hin orsøkin til at spælið ikki hevur verið so gott, hevur verið mett at verið dagfestingin. Spælararnir eru ikki í nóg góðari dystarvenjing á Ólavsøku, tí teir hava ikki spælt í landskappingini í tríggjar vikur.
Hesin spurningurin varð aftur havdur á lofti, tá ið FSF og feløgini í november eftirmettu kappingina, men tá varð eingin onnur niðurstøða gjørd. Tí er tað framvegis soleiðis, at finalan skal spælast á Tórsvølli á Ólavsøku.

UEFA broytir
Nú kann tað kortini fara at vísa seg, at tað verður neyðugt at flyta finaluna. Orsøkin til hetta er ikki føroyskur fótbóltur, men UEFA og Europa Cup kappingin.
Í skránni fyri UEFA Cup kappingina næsta ár sæst, at annar dysturin í fyrsta umfarinum í UEFA kappingini er ásettur at vera sjálvan Ólavsøkudag, sum er 29. juli. Tá ið tað neyvan ber til at fáa UEFA at broyta skránna, verður tað ivaleyst neyðugt at flyta føroysku steypafinaluna, um annað av finaluliðunum skal spæla í UEFA Cup.
Føroysku feløgini i europeisku kappingini næsta ár vera HB, B36 og B68. B68 hevur bara eina ferð verið í steypafinaluni. Havnarfeløgini eru mest sum hvørt ár partur av finaluni.
Tríggjar finalur hava verið á Tórsvølli. Tann fyrsta var í 2001, tá ið B36 vann á KÍ. Í fjør vann NSÍ á HB, og í ár vann B36 á GÍ.
Um eitt føroyskt felag fær heimavøll á Ólavsøku, hevði tað sjálvandi verið ein møguleiki at spælt á Svangaskarði. Men tað hevði verið heilt margháttligt, at týdningarmikil fótbóltsdystur hevði verið í Føroyum og uttanfyri Havnina á Ólavsøku. Serliga um annað av havnarfeløgunum var partur í hesum dystinum!