Tann skuldsetti greiddi frá, at hann um dagin hevði verið inni hjá einum vinmanni, og har hevði hann fingið eini 4-5 gløs av víni.
Síðani var hann farin heim til sín sjálvs, har hann átti eina ginfløsku, sum hann legðist á. Tann skuldsetti helt, at hann mundi drekka einar 4-5 snapsir av hesi fløskuni eisini.
Ein bróðursonur hansara var komin heim við skuldsetta manninum, og teir báðir skuldu so fara undir at gera nátturða. Men alt í einum var tann skuldsetti burtur.
Hann var tá farin yvir til grannakonuna, sum var einsamøll inni við trimum smærri børnum. Við løgregluna segði grannakonan, at maðurin var serliga ágangandi, tá hann hevði drukkið, og mánakvøldið var hann ónærisligur í munninum, og segði fleiri ferðir við grannakonuna, at hon kundi »fara til helvitis«.
Grannakonan fekk tó tosa mannin upp í lag, og hesin fór síðani heim aftur til sín sjálvs. Heima illneitaðist hann alla tíðina inn á grannakonuna, og at enda fór hann yvir aftur til hana.
Grannakonan sá tó, at maðurin kom aftur, og fór tí út um. Uttan fyri var skuldsetti maðurin nú so óður, at hann veipaði við einum felliknívi móti grannakonuni og hótti fleiri ferðir við at drepa hana.
Breyt úthurðina
Av tí at maðurin var so fullur, fekk grannakonan vart fyri sær, og við felliknívinum sveiggjandi 20-30 sentimetrar frá sær, valdi konan at sleppa sær innar í húsini aftur, har hon læsti dyrnar.
Hetta helt ikki illa manninum aftur, og hann gjørdi ikki mætari enn at taka ein umleið fimm kilo tungan stein og breyt rútin í úthurðini.
Hann royndi síðani at stinga armin inn gjøgnum brotna rútin og lata hurðina upp innanífrá, men i fyrsta umfari sló konan mannin í armin við einum skóhorni. Aðru ferð eydnaðist kortini manninum at fáa latið úthurðina upp, men tá hann skuldi sleppa sær inn, sló konan hann í høvdið við skóhorninum.
Hetta fekk mannin at venda út aftur, men tá hann varnaðist, at hann bløddi í høvdinum, østi hann seg aftur og vendi við, men kom tó ongantíð rættiliga inn.
Í staðin vendi hann til húsar aftur, og her pjøssaði bróðursonurin eitt sindur um hann. Skuldsetti maðurin bannaði og blótaði inn á grannakonuna, og var fleiri ferðir við at reistast aftur fyri enn einaferð at fara inn til hana, men nú helt bróðursonurin honum aftur.
Í meðan hevði konan ringt eftir løgregluni og eisini eftir fólki, hon kendi, og umleið ein tíma eftir, at maðrin á fyrsta sinni hevði verið á gátt hjá grannakonuni, handtók løgreglan hann.
Dýrandi fullur
Í grundlógaravhoyringini greiddi skuldsetti maðurin frá, at hann ikki skilti, hví hann hevði verið so illur inn á grannakonuna. Hann segði, at tey til gerandis vóru væl, og at eingin illvilji var teirra millum.
Hann segði eisini, at hann bert mintist í brotum hvat var farið fram, men at tað stóð rættiliga klárt, at hann hevði tikið steinin og brotið rútin á úthurðini inn.
Men hví hann hevði gjørt hetta, visti hann ikki.
Hann mintist heldur ikki, at hann skuldi havt hótt grannakonuna, hvørki munnliga ella við felliknívinum.
Eisini løgreglan staðfesti, at maðurin var dýrandi fullur. Sambært politifrágreiðingini var hann so ávirkaður, at hann ikki tosaði samanhangandi, og at hann var ov fullur at avhoyra um kvøldið.
Bróðursonurin hevði sagt løgregluni, at skuldsetti maðurin byrjaði at drekka av einari ginfløsku beinanvegin teir komi inn til mannin, og at hann gjørdist rættiliga fullur.
Grannakonan segði løgregluni, at maðurin stundum kom á gátt at vitja, men at hon ikki legði í at fáa mannin inn tá hann var fullur, tí hann førdi seg fram, sum átti hann alt húsið, og tað brýggjaði hon seg ikki um.
Eisini var hann ljótur í munninum, serliga tá hann hevði drukkið, men so ringt, sum tað var mánakvøldið, hevði tað ikki verið áður.
Ákærin bað um, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar, meðan løgreglan kannaði málið liðugt. Ákærin førdi fram, at skuldsetti maðurin kundi ávirka vitni, varð hann latin leysur.
Verjin segði hinvegin, at málið mátti metast at vera fult uppklárað, og tí var eingin orsøk til at varðhaldsfongsla mannin.
Dómarin gav tó ákæranum rætt í, at maðurin kundi ávirka vitnir, og løgreglan hevur nú 14 dagar at kanna málið liðugt, meðan 62 ára gamli maðurin situr varðhaldsfongslaður.