Orðaskiftið er mangan hvast í Løgtinginum og so var eisini fyrrapartin.
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkur, segði millum annað, at samgonga royndi at luska málið um broytingarnar hjúnabandslógini ígjøgnum.
Tað fekk hann eina átalu fyri frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni.
Seinni segði Jógvan á Lakjuni, at verður gjørt, sum samgongan ætlar í málinum, so eru Føroyar ein rein bananrepublikk.
Tá segði tingformaðurin:
-Eg gevi ikki sama tingmanni tvær ávaringar sama dag, so broytir tingmaðurin ikki orðalag, so taki eg orðið frá honum.
Longri kom málið ikki, tí orðaskiftið um hjúnabandslógina endaði.