Er nútímans kjatt- og sms-mál í ferð við at ota seg inn á føroysku stavsetingina? Tað er høvuðsevnið á stórum máltiltaki, sum byrjar í Norðurlandahúsinum nú klokkan 9. Tiltakið verður hildið, í sambandi við at tað í ár eru 190 ár, síðani faðirin at føroysku stavsetingini, V.U. Hammershaimb, varð føddur.
Síðani tá er okkara stavseting lítið og onki broytt, men spurningurin er, um nýggja kjatt- og sms-málið fer at seta síni spor sum frá líður.
Millum spurningarnar, ið verða viðgjørdir:
· Eru hesir miðlar ein hóttan móti føroysku stavsetingini?
· Fer henda nýggja stavsetingin at ávirka ta regluskipaðu hammershaimbsku stavsetingina?
· Fara næmingar at duga verri at stava føroyskt í framtíðini?
· Ber til at hava ymsar stavsetingarnormar um somu tíð?
Tveir útlendskir granskarar fara at halda fyrilestur um málið á alnetinum. Teir eru Rickard Domeij úr Svøríki og Lene Rotne úr Danmark.
Jógvan í Lon Jacobsen fer at hugleiða um arbeiðið hjá málnevndini í framtíðini.
Birita Mohr fer at lesa upp úr antologiini. Kári Sverrisson og Mikael Blak fara at framføra skjaldur og Jákup Veyhe fer at undirhalda við onkrum skemtiligum.
Dagurin endar við pallborðsorðaskifti um málið í talgildum miðlum. Luttakararnir verða: Oddfríður Marni Rasmussen, Anna Ellingsgaard, Jan Berg Jørgensen, Kári Durhuus og Búi Rouch.
Aftan á framløgurnar er høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setur stevnuna klokkan 9.00.
Tiltakið er ókeypis og alment og varir til umleið klokkan 15.30
Føroyamálsdeildin, Føroyska málnevndin, Móðurmálslærarafelag Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri.