Meira og meira verður koyrt burtur av málingarestum, og uttan iva er ein høvuðsatvoldin til hetta, at tær smæstu nøgdirnar, ið eru at fáa til keyps í dag verða størri og størri. Lítið er at ivast í, at hetta verður gjørt fyri – sum tað nú so vakurt eitur – at rationalisera. Sum dømi kann eg siga frá, at í trýssunum kundi tú keypa 1/16 litur av lakki, ið var nóg mikið til at mála okkurt smáting, sum var ein hálvan fermetur ella so, og so var lítið og einki avlop, ið skuldi blakast burtur.
Nú er veruleikin tann, at spyrt tú eftir máling til eitt pinkalítið arbeiði – ein vindeygakarm ella eitt súkklustell – so er svarið, at tann støddin fæst ikki longur. Fyri bara einum hálvum ári síðan kundi mann fáa ein hálvan litur av eini ávísari máling. Nú hálvt ár aftaná skuldi eg brúka eitt sindur aftrat av hesi máling og bað um at fáa ein hálvan litur, og svarið var: "Hálvur litur er útgingin, vit hava ikki minni enn ein litur ..."
Eigur tú fýra fittar krakkar, sum tú kundi hugsað tær at mála í hvør sínum liti, til dømis við reyðum, svørtum, hvítum og grønum, so fært tú fýra litrar til samans av máling. Lokið fer av blikkinum, og pensilin verður dyppaður nakrar fáar ferðir niður í hvørt. Einki sæst vera fjarað í liturblikkunum. So er ikki brúk fyri meira av hesi málingini. Upprunaliga vórðu keyptir fýra litrar av máling, sum fyrr ella seinni endar á Sandvíkahjalla, og samanlagt eru næstan fýra litrar eftir í hesum blikkunum við sera dálkandi burturkasti.
Tað er so mikið sum, at málingarfabrikkirnar í Europasamveldinum putlast ikki við smátingum sum er minni enn heilir litrar av flestu málingavørum. Tað gongur eisini so skjótt, at ein kann bara bíða eftir, at um skamma stund fæst ikki minni enn tíggjulitra blikk av vanligari máling.Tað er mær ein gáta, at málingafabrikkirnar í ES fáa loyvi til slíkt svínarí.
Meðan eg eri við hesa óneyðugu dálkingina, so undrar tað meg eisini stórliga, at í flestu handlum ber ikki til at keypa eitt einkult battari. Tey eru aloftast pakkað tvey, fýra ella fleiri saman. Heilt upp í tíggju kunnu tey vera pakkað, og sigur tú, at tú bara skalt brúka eitt ella tvey, so er svarið: "Jú men, hesi kosta minni enn eitt ella tvey einkult í leysari vekt."
Tey allarflestu vita, at hini, ið "leypa av", enda eisini uppi á Sandvíkahjalla sum sera vandamikið burturkast.
Sleppa vit sjálv at lóggeva um sovorðnar trupulleikar í okkara egna løgtingi uttan um ES, ella hvat?